Hjálparprestastarv gongur út

Starvið sum hjálparprestur við Suðurstreymoyar eystara prestagjald, sum í gjør var fyribilssett í eitt ár, gongur nú út, og gerast skal av, um verandi starv skal halda fram, ella søkjast skal av nýggjum

Fyri einum ári síðan varð Jóannis Fonsdal settur í starv sum hjálparprestur við Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Starvið varð tíðaravmarkað til eitt ár. Hendan tíðin er nú um at vera farin.
Um mánaðarskiftið mars - apríl gongur setanin út, og so skal støða takast til, um presturin skal halda fram í starvinum, ella søkjast skal av nýggjum. Tá hevur verandi prestur sama møguleika sum onnur at søkja starvið.
Men áðrenn eit slíkt starv kann setast, ella setanin leingjast, skal presturin hava møguleika fyri eini hoyring, har hann sigur sína hugsan um starvið og starvsviðurskiftini. Tað ger so, at tað dregur eitt sindur út við avgerðini, skilir Sosialurin.
Um vikuskiftið var eitt ógvusligt lesarabræv prentað í bløðunum, har dómprósturin varð lagdur undir at hava koyrt prestin úr starvi.
Sosialurin hevur tosað við ymsar kirkjuligar myndugleikar, eins og hjálparprestin sjálvan, men eingin vil gera nakrar viðmerkingar til málið uttan tað, at einki er í slíkum uppáhaldi. Øll siga samsvarandi, at eingin avgerð er tikin í hesum málinum.
Tað er danska Kirkjumálaráðið, sum setir prestar í starv og loysir teir úr afur starvi. Áðrenn tað skulu ymsir partar, millum annað Prestafelagið, eisini hoyrast.