Stutt undan mansfinaluni gjørdi reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen eitt upptaktsprát við hjálparvenjararnar hjá Mjølnir og Fleyr, ið spæla steypafinalun hjá monnum í høllini á Hálsi í Havn klokkan 13.30.
Óli G. Samuelsen bað teir báðar hjálparvenjararnar, Trygva Poulsen hjá Mjølnir og Hjalmar Joensen hjá Fleyr tippa úrslitið av mansfinaluni.
Og tað var ein bjartskygdur Trygva Poulsen, ið tippaði 3-0 til Mjølnir og ein varin optimist, Hjalmar Joensen sum tippar 3-2 til Mjølnir.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi fyri løtu síðani.