Hjálparvenjarin fegnast um gjøgnumbrotið hjá unglingunum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jákup á Borg ætlar tó at stríðast fyri sínum plássi á liðnum hjá B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná 3-1 sigurin hjá B36 á B68.

 

Hjálparvenjarin hevur nógv góð orð at bera ungu monnunum hjá B36, sum hava tikið av møguleikanum nú skaðastovan hevur gjørt tað neyðugt at geva nógvum ungum spælarum spælitíð. Jákup á Borg undirstrikar eisini hvussu týdningarmikið tað er, at B36 heldur fram at menna ungar, góðar spælarar.

 

Hann undirstrikar tó, at hann ætlar sær at stríðast fyri sínum plássi, tá menn koma aftur frá skaðum, og hørð og góð kapping verður um plássini.