Mariann Reinert, umboð fyri SSP-samstarvið, vísir á fundinum í Miðlahúsinum á, at støðan hóast alt ikki er so galin í Føroyum. Hon vísir á, at spurnarkanningar hvørt ár vís, at føroysk ung undir 18 ár í sera stóran mun velja rúsevnini frá.
- Generelt sær tað gott út, men fyri tey, sum nýta tað, er tað ein trupulleiki. Um vit sum samfelag ikki megna at hjálpa teimum, sum eru í vanda fyri at gerast misnýtarar, so er tað ein samfelagstrupulleiki. Fólk mugu fáa tað hjálp, sum er neyðug, men yvirskipað sær tað gott út, sigur hon.
Hon sigur, at tað liggur ein stór ábyrgd á teimum vaksnu at velja lívið til.
- Tey vaksnu mugu vísa áhuga í sosiala lívinum hjá børnunum, í skúlalívinum hjá børnunum. Foreldrini eiga at halda eyga við, at øll børnini í flokkinum eru inkluderaði. Tað er ikki bara lærarin, sum hevur ábyrgd. Foreldrini kunnu samstarva við læraran, sigur hon.
- Tað er eisini týdningarmikið, at børnini hava nakað annað at ganga upp í enn skúlan. Tey mugu hava eitt umhvørvi, har tey kenna seg sum eina suksess, har tað ikki bara eru tap. Tey mugu uppliva, at tey eru partur av onkrum størri, onkrum góðum, sum gagnar og sum ger tey glað, sigur Mariann Reinert.
Niðanfyri eru fleiri myndir av fundinum í kvøld