Súsanna Dam
Høgni hevur aftur sýnt hvør dugur er. Hann ætlar at bjarga okkum, um tað er frá okkum sjálvum, donskum trælahaldi ella onkrum heilt øðrum er torført hjá mær at fáa greiði á.
Álvaratos, mær tykir so hjartaliga synd í manninum, hann stríðist og strevast av øllum alvi púra einsamallur ímóti ómetaliga illkynjaðum fíggindum. Ein fær nærum illgruna um at hesir fíggindar eru so listinlærdir, at teir allir sum ein, hava svorið at standa saman um, at forða Høgna. Sum nú til dømis, var eingin respekt, tá hann á sinni rættiliga álvarsliga smekkaði nevan í borðið á Christiansborg, eins og Kofi Annan heldur ikki sendi ST herin eftir Poul Nyrup, tá Høgni klagaði um ta vánaligu viðferðina honum hevði verið fyri av tí danska hjálandavaldinum. Og ikki minst hitt seinasta dømi, tá sjálvt drotning Margreta og hennara hov fara í part við donsku stjórnina fyri, sum Útvarp Føroya frambar tað, at dylja sum mansmorð fyri Høgna, hvør tað var, sum bað ella lokkaði drotningina til at umrøða eina politiskan sáttmála, sum bæði Føroya Løgting og Fólkatingið høvdu samtykt. Men Høgni hevur lovað, at hann gevst ikki her, hann fer at bora og bora, til hann hevur eitt svar, og tí er tað, eg vil siga: »Hjálpið manninum«.