- Hetta er næstan besta íløgan, eg nakrantíð havi gjørt. So avgjørdur er Regin W. Dalsgaard, tá hann skal lýsa verkætlanina, sum hann setti í gongd í Kambodja fyri stívliga tveimum árum síðani.
Hóast bara 27 ára gamal er Regin W. Dalsgaard eitt hampiliga kent andlit í føroyska vinnulívinum. Bæði sum íverksetari og eisini sum leiðari í fyritøkuni Globi, ið fæst við at menna og skapa telduforrit og skipanir. Regin W. Dalsgaard hevur altíð havt nógv jørn í eldinum, men ein av teimum verkætlanunum, sum ikki hava verið nógv frammi, er, eitt tónleikaprojekt, hann setti í verk í Kambodja í 2009.
Oyramerktir pengar
Tað byrjaði við, at Heimamissiónin fyri góðum tveimum árum síðani setti seg í samband við Regin. Ynskið var at fáa fíggjarligan stuðul til arbeiðið, tey gjørdu saman við Siem Reap Ministries í Kambodja – eitt stað, Heimamissiónin framvegis er ógvuliga virkin í. Umvegis heimasíðuna greiðir Heimamissiónin millum annað frá teirra arbeiði í Kambodja og hvørjum úrslitum, tey hava rokkið higartil.
- Millum annað hava vit fingið nóg mikið av fígging til at byggja ein skúla og eitt kirkjusentur í Kampot. Eisini fíggja vit lønina hjá einum staðbundnum trúboðara í Kampot í dag, skrivar Heri Kjærbo frá Boðanardeild felagsins.
Sjálvur vildi Regin eisini fegin hjálpa til, men hann ynskti at gera tað á sín egna hátt.
- So eg fekk hugskotið um at keypa nakrar gittarar og seta ein tónleikalærara í starv, sum so skuldi læra frá sær, har Heimamissiónin virkaði, greiðir Regin frá.
Hann keypti sostatt 25 gittarar og setti ein tónleikalærara í starv í eitt ár. Hesin skuldi ætlandi læra frá sær og stimbra tey, sum komu í samkomurnar hjá Heimamissiónini, at spæla tónleik. Hetta skuldi gerast í einum landi, sum hevur gjøgnum tíðirnar hevur verið nógv merkt av ófriði og óskili, fólkamorði, mutri, fátækradømi og armóð. Í roynd og veru eru arrini eftir borgarakríggj, Pol Pot og hansara harkalið so sjónsk, at Kambodja verður mett sum mest fátæka landið í Asia. Ein triðingur av fólkinum hoyrir undir tað, sum Folkekirkens Nødhjælp bólkar sum »ekstremt fátøk«.
Tískil er av sonnum talan um eitt heldur øðrvísi hugskot og eina alternativ verkætlan, ið Regin setti í verk.
- Tað eru fleiri dømi um, at fólk halda seg játta pening til eitt vælgerandi endamál, men pengarnir so í veruleikanum eru endaðir í lummanum hjá onkrum pengagrískum manni. Og tá pengarnir fara til rætta stað, kann vera trupult at síggja teir aftur. Í hesum førinum kemur tónleikurin at standa eftir, greiðir Regin frá.
Øll tosa tónleik
Spurdur um tað ikki hevði verið rættari at latið pening til eitt nú undirvísing ella okkurt annað, sum tykist meiri upplagt enn nakrir gittarar, svarar Regin, at Heimamissiónin longu ger nógv av hesum arbeiðinum frammanundan.
- Tey undirvísa til dømis í enskum, men at fáa bøkur til vega og fólk at undirvísa er tungt. Við tónleiki er lættari. Líkamikið hvat status tú hevur, kanst tú spæla tónleik. Tónleikurin er eisini eitt alheims mál, sum øll skilja. Og í Kambodja í dag eru fólk, sum duga at spæla tónleik, hóast tey ikki duga at stava sítt egna navn, vísir hann á.
Læra longu frá sær
Síðani verkætlanin byrjaði í 2009, hevur Regin javnan fingið afturmeldingar um, hvussu tað gongst. Hetta umvegis teldupost, har hann eisini hevur fingið myndir og sjónbandabrot sendandi. Og sambært hesum afturmeldingunum er talan um eina sólskynssøgu.
- Lærarin, sum varð settur í starv í eitt ár, er ikki har longur. Men verkætlanin koyrir víðari, tí teir dugnaligu næmingarnir læra frá sær. Við øðrum orðum koyrir verkætlanin víðari av sær sjálvum. Møguliga er tað at taka at satsa eitt sindur, tá tú setur eina slíka verkætlan í gongd. Men hevði verkætlanin dottið niður fyri, aftaná lærarin ikki var har longur, hevði tað ikki kostað nøkrum nakað sum so og eingin hevði tapt, sigur Regin, og leggur aftrat:
- Vit settu eina tónleikaverkætlan í gongd og úrslitið er, at ein tónleikamentan er kveikt í einum øki, har hon ikki livdi frammanundan.
Regin greiðir frá, at tónleikurin ikki var partur av gerandisdegnum í bygdunum, har Heimamissiónin virkaði í Siem Reap økinum í Kambodja, men nú er øðrvísi.
- Í dag er tónleikurin partur av hvørjum einasta møti.
Íblástur til øðrvísi hugsan
Sjálvur hevur Regin ikki havt møguleika at vitja í Kambodja enn. Men hann vónar, at hann næsta árið fær møguleika at fara higar. Hinvegin hevur hann hitt Pastor Timothy og konu hansara Sienglai, sum stovnaðu Siem Reap Ministries – felagsskapin, Heimamissiónin samstarvar við í Kambodja.
- Tey bæði hava verið í Føroyum og tá heilsaði eg upp á tey bæði. Tey vóru so heilt ótrúliga takksom, sigur Regin, sum um dagarnar hevur fingið onkran fyrispurning, um hann ikki kann keypa fleiri ljóðføri.
- Tey hava ment seg so nógv, at tey nú ynskja ein miksipult og spæla við elektriskum ljóðførum.
Tað er eisini við hesum royndunum í huganum, at Regin nú sigur, at tað er hansara vón, at føroyingar tora at hugsa øðrvísi, tá vit lata pengar til vælgerandi endamál.
- Hetta kann vónandi geva onkrum íblástur, tá tey ætla at stuðla onkrum verkætlanum og lata pengar. Tað hevði eisini verið ótrúliga stuttligt, um vit gjørdu meiri við verkætlanir av hesum slagnum, heldur Regin, tí, sum hann sjálvur sigur, so er hetta næstan besta íløgan, hann hevur gjørt.
--
FAKTA
»Learn Music« kallaði Regin W. Dalsgaard verkætlanina, sum varð sett í gongd í Siem Reap í Kambodja. Hann keypti 25 gittarar og setti ein tónleikalærara í starv í eitt ár, sum skuldi undirvísa og læra frá sær í bygdunum, har Heimamissiónin kom. Áðrenn var eingin tónleikamentan í økinum, men í dag er tónleikur fastur táttur á hvørjum møti. Tónleikaverkætlanin í Kambodja er bara ein av mongum verkætlanum, Regin er partur av. Dagliga er hann lesur hann í Keypmannahavn, umframt at hann er leiðari í fyritøkuni Globi. Harumframt er hann eisini partur av leiðsluni handan ungdómsportalin Roddin.fo, og fyri kortum varð hann valdur formaður í Vinnuframagrunninum.