Hjálpir upp á troyttleika at røra seg

- Kvinnur við barn eiga at verða so aktivar í 30 minuttir um dagin, at tær gerast pøstar. Tað snýr seg tó ikki um, at kvinna í sjeynda mánaði skal renna hálvt maraton, sigur Hanne Kristine Hegaard, jarðarmóðir, Ph.d og granskari í týdninginum av rørslu í sambandi við barnburð

Vilmund Jacobsen

Kvinna, sum er við barn, eigur at ansa væl eftir sær sjálvari, og hon eigur at lurta eftir sínum egna kroppi.
- Tú kanst fáa ta kenslu, at rørsla er hørð fyri frammanundan tyngda kroppin, men hetta er ein misskiljing. Rørslan skal bara tillagast tí støðu, kvinnan er í. Tað er gott at røra seg. Hetta hjálpir upp á troyttleikan, sum aftur minkar um vandan fyri øðrum trupulleikum. Við rørslu kemur tú eisini skjótari fyri teg eftir føðing, sigur Hanne Kristine Hegaard.
Hon leggur aftrat, at tað eru nógvar kvinnur, sum hava spong-og lendapínu, tá tær ganga við børnum, men hetta er ikki vandamikið og merkir ikki, at kvinnur eiga at gevast við rørslu.
- Tá sagt verður, at tú eigur at lurta eftir tínum kroppi, snýr tað seg um, at tú kanska skalt gera okkurt annað enn tað, tú plagar at gera. Tað er ikki vist, at tú skalt halda fram við vanligu rørsluni á sama støði, sum tú plagar. Tað kann vera, at tú heldur eigur at súkkla enn ganga - ella kanska svimja í staðin fyri at íðka aerobic.
Hanne Kristine Hegaard sigur, at tað er umráðandi ikki gevast at røra seg.
Sjálv hevur hon verið við til at ment tað, sum rópt verður ”AquaMama”, sum er ein venjingarskrá fyri kvinnur, ið eru við barn, og skráin kann saktans brúkast í einari vanligari svimjihøll.

Rørsla í 30 minuttir
Hanne Kristine Hegaard heldur, at er kvinna ótrygg ella ikki von við at venja, kann tað vera eitt gott hugskot at luttaka saman við venjarum, sum hava eina heilsufakliga útbúgving.
- Mælt verður til, at kvinnur við barn eru ”moderat” fysiskt aktivar í 30 minuttir um dagin. Hetta merkir, at kvinnan skal vera so aktiv, at hon gerst pøst, men kortini kann føra eina samrøðu undir venjing. Tað snýr seg ikki um, at kvinna í sjeynda mánaði skal renna hálvt maraton. Tað eru tær fægstu, sum gera tað. Hinvegin ræður um, at kvinnan hevur tað gott við sínari venjing undir barnsburðinum, staðfestir Hanne Kristine Hegaard.
[email protected]

Myndatekstur: (Kvinna – venjing… )

- Rørsla hjálpir upp á troyttleikan, og við rørslu kemur tú eisini skjótari fyri teg eftir føðing, sigur Hanne Kristine Hegaard