TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham sum sá sínar menn spæla javnleik 2-2 ímóti Suðringum í Hólmanum á Eiði í dag.
Suðringar vóru á odda 2-0, og tá setti Heðin Askham veteranarnir, Marna Djurhuus og Arnbjørn Hansen á vøllin, og sambært Heðini munaði tað nógv, og tað eydnaðist eisini sundalagsmonnum at koma uppá javnt aftur.
Heðin Askham upplivdi ein umskiftiligan dyst, har EB/Streymur var klárt tað betra liðið í fyrra hálvleiki, og kortini var liðið aftanfyri 0-1 í steðginum. Ímóti endanum kundi EB/Streymur eisini farið avstað við sigrinum, sambært Heðini Askham.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER