TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við trímálsskjúttan hjá Kyndli, Báru Krossteig Hansen aftaná Bára og liðfelagarnir høvdu vunnið 27-18 á VB í Faxe Kondi steypakappingini. Í steðginum var Kyndil á odda 12-10.
Bára Krossteig Hansen heldur, at hon og liðfelagarnir spældu ov seint í fyrra hálvleiki, og hon staðfestir, at tað eydnaðist VB-kvinnunum at hála leikferðina niður. Í steðginum avráddu kyndilskvinnur at seta leikferðina upp, og Bára Krossteig Hansen heldur, at tað eydnaðist framúr hjá teimum.