Hjún døma kvinnufinaluna

Flogbóltur - Rúna og Jan Hentze skulu døma kvinnufinaluna millum SÍ og Mjølnir leygardagin. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna er partur av dómaratoyminum til eina føroyska flogbóltsfinalu

Síðani Flogbóltssambandið fór undir steypakappingina í 2000, hava tað altíð verið altjóða dómarar, ið hava verið fyrstudómarar í final­unum. Fyrstu árini komu útlendskir dómarar hendavegin at døma, men síðani 2005 hevur Jan Hentze verið fyrstidómari – hvørja ferð við Tummas Óla Mortensen sum øðrum­dómara.
Men í ár verður øðrvísi í kvinnu­finaluni millum SÍ og Mjølnir, tí tá skal Jan hava kona sína, Rúnu Hentze, sum annandómara. Kvinnur hava ofta verið linjudómarar, og í ár verður eisini Rosa Jacobsen annar av linjudómarunum í kvinnu­finaluni, men hetta verður fyrstu ferð nakrantíð, at ein kvinna stend­ur við netið sum dómari.
– Eg havi dømt nógv í Eik-lig­uni í vetur, tí eg eri í sokallaða dómara­bólkinum. Har havi eg bæði verið fyrsti- og annardómari, og so hvørt sum eg havi fingið fleiri og fleiri royndir, havi eg eisini verið al­samt tryggari í dømingini, sigur Rúna, sum eisini dømdi, tá hon var virkin sum spælari, tí tá máttu spælar­arnir sjálvir døma dystir hjá hvørjum­øðrum.
– Í eini steypafinalu er nógv meira fokus á enn vanligt, og har plagar at vera so nógvur gangur, at eg noyð­ist helst at rópa harðari, men ann­ars er hetta ein dystur sum all­ir aðrir. Jan og eg hava dømt nógv­ar dystir saman í vetur, so tað skal nokk ganga.

Errin av konuni
Hóast Jan Hentze sum altjóða dómari hevur roynt bæði eitt og ann­að, er hann sjónliga errin av, at kona hansara sleppur at døma aðra steypa­finaluna í ár, samstundis sum hann ikki dylur fyri, at hon hevur bæði neyðugar royndir og førleikar.
– Rúna hevur dømt nógv, serliga í vetur, og hon er eisini A-dómari, og hartil hevur hon eisini gjørt tað gott sum dómari. So við og við hevur hon oftari verið fyrstidómari, hóast hon at byrja við helt tað vera eitt sindur løgið, at eg sum altjóða dómari skuldi »bara« vera annardómari, sigur Jan, ið sær tað sum ein fyrimun fyri dømingina, at tey eru maður og kona.
– Vit kenna jú hvønnannan út og inn, og heima tosa vit nógv um døming. Eg haldi hetta vera bæði spennandi og stuttligt, og eg vóni, at hetta kann geva øðrum kvinn­um hug at bjóða seg fram sum dómarar. Tá tú gevst at spæla, er dómara­gerningurin eitt upplagt høvi til framvegis at vera ein virkin partur av spælinum.
Í mansfinaluni millum ÍF og Mjølnir verður Jan Hentze fyrsti­dómari og Tummas Óli Mortensen annardómari. Linjudómarar verða Sveinur Tróndarson og Óli G. Samuelsen, ið eisini er linjudómari í kvinnufinaluni.