Eitt hjúnarpar, sum ein vindeygapussari fann í síðstu viku í Fredericia, eru deyð av svong, tosta og útlúgving.
Talan er solstatt ikki um eitt brotsmál, tá ein vindeygapussari í síðstu viku fann parið á bústaði teirra í Kongensdgade í Frediricia.
Parið var funnið fyrrapartin hósdagin, tá vindeygapussarin kom at vaska rútarnar hjá parinum, eitt arbeiði, ið var bílagt framman undan. Tá løgreglan kom á staðið, vóru kanningar gjørdar, um talan kundi vera um dráp. Men líkkanningin vísti, at tað var tað ikki.
Talan er um ein syrgiligan deyða fyri tey bæði. Bæði vóru sjúk. Tey vóru funnin á gólvinum, og hava eftir øllum at døma ikki klára at komi á føtur aftur, og eru so deyð av svongd, tosta og útlúgvan, sigur Bo Fischer frá Sydøstjylland løgregluni.
Sambært løgregluni hevur parið á 77 og 78 ár ligið nakrar dagar á gólvinum, áðrenn vindeygapussarin fann tey.
Vit vita ikki, um annað teirra er dottið, og hin hevur roynt at fingið viðkomandi upp aftur, men er so sjálvur dottin. Tað er nærliggjandi at hugsa, tó at vit ikki vita tað við vissu. Tað er í hvussu er ein syrgiligur deyði, sigur Bo Fischer.