Tey vóru vígd í Fuglafjarðar kirkju tann 27. novembur 1954 og brúdleypið varð hildið í "Tip Top". Tey fóru at ganga saman síðst í 1951.
Hjørdis Sofía Gregersen er dóttir Petru Petersen f. Magnussen, ættað úr Kollafirði og Sámal Petur Petersen úr Fuglafirði. Hjørdis, sum vaks upp í Fuglafirði, er fødd 22. mars 1928 og er sostatt 76 ár.
Oddfríður Gregersen er sonur Sáru Gregersen, f. Simonsen, ættað úr Norðragøtu og Jóan Paula Gregersen úr Syðrugøtu. Oddfríður vaks upp í Syðrugøtu og er føddur 1. februar 1928 og er eisini 76 ára gamal.
Bæði vuksu tey upp í heimum har fiskivinna og handil merktu gerandisdagin. Í Fuglafirði varð nógv reiðaravirksemi umframt handil og í Gøtu var fiskavirki, útróður og annað vinnuligt virksemi.
Hesin uppvøkstur hevur uttan iva sett dám á teirra lív. Í øll 50 árini, tey hava livað saman, er inntøkan komin úr sjónum, og altíð úr virksemi har Oddfríður sjálvur var arbeiðsgevari.
Hjørdis arbeiddi í nógv ár á skrivstovuni og fekst mest við at avrokna manningarnar á skipunum.
Samanumtikið kann sigast, at tey hava havt eitt gott og spennandi lív saman, tó at onkuntíð hevur leikað á tá úrtøkan úr virkseminum ikki gav eftir vild. Hesar truplu tíðir vunnu tey tó altíð á saman, og sigast má at væl er virkað, tá ein hugsar um eitt gullbrúðarpar við so stórari lívsgleði og lívsneista.
Hjørdis gekk í Preliminerskúla í Havn frá 1943-45 og síðan gekk leiðin til Danmarkar á handilsskúla. Eftir lokna útbúgving í 1947 hevði hon ymisk skrivstovustørv í Danmark, eitt nú hjá Dansk Esso.
Eftir barnaskúlan og aftaná krígslok fór Oddfríður til skips við sluppini Boðasteinur og seinni við koltrolaranum Krossteinur.
1948/49 var hann við skúlaskipinum "Danmark", og seinni var hann stýrimaður við skúlaskipinum " Georg Stage".
Áðrenn hann í 1950 fór á stýrimansskúla í Havn, var hann eisini við m.a. Kyrjasteini og Jóannes Patursson.
Endalig skipsføraraútbúgving var tikin í Keypmannahavn í juni 1953.
Hjørdis og Oddfríður, sum tá búðu saman, avgjørdu at koma heim til Føroyar í 1954 at seta búgv.
Tey búðu í Fuglafirði til 1964, tá flutt var í nýbygd hús í Syðrugøtu.
Tey eiga 3 synir. Atli er føddur í 1956, Páll í 1959 og Regin í 1963.
Tilsamans eru 9 ommu- og abbabørn og 1 langommu- og langabbabarn.
Tey síðstu 50árini hava øll verið merkt av stórum og skiftandi vinnuvirksemi.
Umframt virksemi á Fiskavirkinum, sum var stovnað í 1929, var fiskamjølsverksmiðjan Fiskamjøl stovnað í 1954, nótabáturin Saturn var keyptur í 1964, sildavirkið Harenga var stovnað í 1970, íðnaðarskipið Sporið kom til landið fyrst í 70-unum, saltfiskavirksemið byrjaði í 1980, laksaaling í 1982,umframt annað virksemi.
Oddfríður hevur umframt tað vinnuliga virksemi, eisini havt stóran áhuga í politikki og samfelagsviðurskiftum annars.
Hann sat í Gøtu kommunu frá 1970 til 1984. Hann var formaður øll árini.
Fleiri kenna hann frá Føroya Abeiðsgevarafelag, har hann var í nevndini frá 1968 til 1993. Hann var formaður síðstu 11 árini.
Heimið í Syðrugøtu hevur verið ein tryggur karmur um uppvøksturin hjá synunum og hevur altíð staðið opið fyri familju og vinum. Hvør minnist ikki 2. jólakvøld tey síðstu mongu árini, har øll familjan í báðar ættir møtist til hugna og góðan mat. Vónandi orka tey at halda fram í nógv ár afturat við hesum tiltaki.
Dagurin verður hildin saman við børnunum við familju og systkjum.