Hjørleif Enni, sum er skipari á norska bátinum Gollenes, er ógvuliga ávirkaður av eini hending leygarkvøldið í Bodø.
Teir høvdu verið og landað í Bodø og skuldu fara út aftur hetta kvøldið.
Men so avgjørdu teir at bíða við at fara, tí veðrið var vánaligt, og veðurvánirnar ikki tær bestu.
Skipið hevði bílagt bunkring, men av tí at teir ikki skuldu út, ætlaðu teir at útseta bunkringina. Tá ið teir so fingu at vita, at teir so ikki kundu bunkra fyrr enn eina ferð, valdu teir kortini at fara at bunkra hetta kvøldið.
Tað dró út, og bunkringin var ikki liðug fyrr enn langt eftir midnátt.
Í fyrsta umfari ætlaðu teir at leggja skipið við eina bryggju uttan fyri býin men broyttu avgerð og fóru til eina aðra bryggju.
- Klokkan var hálvgum tvey, og júst sum vit skuldu seta bátin fastan, hoyrdi maðurin, sum bant har aftur, eitt øðiligt róp, sigur Hjørleif Enni.
Í sjónum lá ein ung kvinna og rópti.
Eydnaðist við felags hjálp
Tað var hægsta fjøra, so fýra metrar vóru frá bryggjukantinum og niður á sjógv.
Fyrst tveittu teir henni ein bjargingakrans, men hon hevði ongar kreftir og datt úr aftur kransinum.
So loraðu teir ein mann niður á sjógv, og við felags hjálp fingu teir kvinna upp á turt.
- Hon var meira enn hálvdeyð. Politiið var tá komið, og meðan vit bíðaðu eftir sjúkrabilinum, góvu vit kvinnuni fyrstuhjálp, sigur Hjørleif Enni.
Dagin eftir fingu teir á Gollenes at vita, at kvinnan, sum var í 20-árunum, var komin fyri seg.
Tilburðurin hevur givið Hjørleifi Enni nógv at hugsa um.
- Eg fái meg ikki at halda, at alt hetta kvøldið var tilvild, sigur Hjørleif Enni. Hann hugsar um, at teir ikki vóru farnir út, ikki høvdu útsett bunkringina og høvdu valt at leggja skipið har, sum teir løgdu tað.
- Høvdu vit verið komnir eitt lítið sindur fyrr ella eitt lítið sindur seinni, høvdu vit ikki hoyrt neyðarrópið, sigur Hjørleif Enni, sum leggur aftrat, at tað var bølamyrkt.
Fimm menn eru við Gollenes, sum fiskar sild- Henda túrin er Hjørleif Enni einasti føroyingur umborð.
Hann sigur, at teir allir eru nógv ávirkaðir av hendingini, og tað er sum eitt osjónligt barn er millum teir og kvinnuna. Ikki minst tí, at kvinnan var í sama aldri sum teirra egnu børn. Tað leiðir tankarnar inn á, at tað kundi verið eitt av teirra børnum, sum var í neyð.
Tí vóna teir inniliga at sleppa at hitta ungu kvinnuna aftur, um hon also hevur hug at tosa við teir.
Hví kvinnan var endað á sjónum, vita teir ikki, men politiið heldur ikki, at nøkur brotsgerð liggur aftanfyri.