Hjá tær

Yrking

Tú rætti mær tína ljósu hond
Leiddi meg trygt út í lond
Hjá tær eg svav og droymdi
Um frælsi leik á grønu grund
Maður fer á sín menska ástarfund.

Fann teg á degi vann teg við megi
Sterka hjartablóð tá har rann
Millum slóðir gløðandi glóðir
Tó eg har berføttur vildi trega
Koyr frá mær alla ómegd og aga.
Sama vit standa vøkur sterk
Lívssólin um tindtempul skínur
Kámast burtur gráin grimi dvínur
Í lívinum dulda er nú ljósi dagur
Stíg har út liva hann glaður

?????????
Eyðálvur Kári Nielsen, Rituvík