Hjáveiða hjá nótaskipum er afturvíst

- Kanska hava vit gjørt ov lítið við at afturvísa pástandinum um, at nótaskip, sum fiska í føroyskum sjógvi, hava eitt ov høgt hjáveiðiprosent. Okkara kanningar vísa, at tað eru ikki nótaskipini, sum eru orsøkin til, at tað er so lítil fiskur í føroyskum sjógvi í løtuni, sigur Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum

Hjáveiða

 

Sum tíðindamaður ert tú ikki so sjáldan ringdur upp av monnum sum halda, at tað hevur gingið ov “vilt” fyri seg úti á fiskifeltinum hjá nótaskipunum. Felags fyri hesar menn er, at teir ikki eru í uppisjóvarvinnuni, og tí hevur talan verið um gitingar og kanska serliga illgitingar.

Orsøkin til, at hetta kjak hevur tikið seg upp og eftirhondini hevur vart í nøkur ár, er, at eingin hevur afturvíst pástandinum um hjáveiði. Nøgdirnar, sum pelagisku skipini fiska, eru velduga stórar, og tí skal ikki nógv hjáveiða til, áðrenn talan kann gerast um stórar nøgdir av matfiski uppi í veiðini.

Í síðstu viku kom Felagið Nótaskip við einum tíðindaskrivi, har pástandurin um ov nógva hjáveiði staðiliga varð afturvístur.

- Kanningar seinastu árini vísa, at hjáveiðan hevur verið langt undir tey tvey prosentini, ið er mest loyvda hjáveiða sambært kunngerðini um veiði eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Í skrivinum vísir Felagið Nótaskip til kanningarnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum, sum bæði verða gjørdar við bryggjukantin og umborð á skipunum, umframt at stovnurin hevur havt eygleiðarar umborð á svartkjaftaskipunum.

Kanningarnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum vísa nevniliga, at miðaltalið av hjáveiði í 2005 var 0,90%, miðaltalið í 2006 0,35%, og í 2007 var miðaltalið av hjáveiði 1,25%.

 

Eftirlitið váttar

Sosialurin hevur spurt Fiskiveiðieftirlitið, um stovnurin kann staðfesta hesi prosenttøl, sum Felagið Nótaskip hevur lagt fyri dagin.

Leiðarin, Elmar Højgaard, er í løtuni í feriu og Jóhan Simonsen, sum eisini tekur sær av hjáveiði, er uttanlands.

Martin Kruse, sum í løtuni er næsti maður leiðarans, sigur, at tølini hjá Felagnum Nótaskipum ivaleyst eru somu tøl, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur.

- Eg haldi meg hava sæð hesi tøl áður her í húsinum, og eg ivist onga løtu í, at Fiskiveiðieftirlitið hevur ”konfirmerað” hesi hjáveiðitøl, áðrenn tey vórðu almannakunngjørd.

Spurdur um skipanina við eygleiðarum umborð á uppisjóvarskipum, sigur Martin Kruse, at Fiskiveiðieftirlitið hevur havt eygleiðarar umborð av og á, men ikki permanent, tí tað hevur stovnurin ikki fíggjarliga orku til.

- Tá vit eru umborð á skipunum, plaga vit at verða umborð ein túr í senn.

Martin heldur, at kanska hevur Fiskiveiðieftirlitið gjørt ov lítið við at afturvísa gitingunum hjá hjáveiði hjá uppisjóvarskipum.

- Tað vísir seg nevniliga, at gitingar, sum verða reistar aftur og aftur, blíva við at hanga við. Sambært okkara eftirlitsfólkum og teimum kanningum, sum vit annars hava gjørt av hjáveiðini, hava vit ikki varhugan av, at uppisjóvarskipini hava ov stóra hjáveiði.

Hann heldur tískil ikki, at vánaliga toska-og hýsuveiðan í føroyskum sjógvi í løtuni skyldast ov stóra hjáveiði av matfiski hjá uppisjóvarskipum.

- Uppisjóvarskip veiða stórar nøgdir, og tí skulu vit sjálvsagt hava eitt vakið eygað við møguligari hjáveiði, men tølini yvir undanfarin ár benda sum nevnt ikki á, at hetta er ein trupulleiki í føroyskum sjógvi, sigur Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum.

 

Órógva ikki

Felagið Nótaskip sigur í sínum tíðindaskrivi, at tað heldur ikki er rætt, at svartkjaftafiskiskapurin órógvar upsaleiðirnar.

- Føroyska svartkjaftakvotan er minkað næstan niður í eina helvt síðan strandalandakvoturnar vórðu ásettar í 2006, og í ár varð kvotan mest sum uppfiskað, áðrenn skipini nærkaðust teimum leiðum, har upsi verður fiskaður, sigur felagið.