Hjáveiðan av upsa við Nærabergi var 3,3%

Hjáveiðan av upsa var størri í íslendskum sjógvi enn í føroyskum sjógvi. Í íslendskum sjógvi var hjáveiðan av toski 0,7%, men eingin toskur var uppí veiðini í føroyskum sjógvi

Hjáveiða

Í tíðarskeiðinum, 24. mai til 5. juni, vórðu royndir gjørdar umborð á Næraberg sum høvdu til endamáls at kanna hjáveiðina í flótitroli. Tað var Fiskirannsóknarstovan, sum stóð fyri hesum royndunum og Súni Lamhauge, sum starvast hjá stovninum, hevur skrivað frágreiðing um túrin.
Endamálið við royndunum umborð á Nærabergi var at kanna hjáveiðina av øðrum fiskasløgum á einum vanligum svartkjaftatúri í mai/ juni.

Ymisk hál
Royndirnar vístu, at í miðal var hjáveiðan av upsa 3,3%. Men spjaðingin var stór; eitt hálið var hjáveiðan 0,6% og eitt annað hálið heili 14,9%. Fyri túrin var hjáveiðan sløk 71 tons av upsa, harav 10 tons vórðu veidd í føroyskum sjógvi og 61 tons í íslendskum sjógvi.
Súni Lamhauge vísir á, at hetta svarar til eitt vektað miðal av fiskaðari nøgd upp á 2,2% í føroyskum sjógvi og 3,6% í íslendskum sjógvi.
Eingin hjáveiða var av toski í føroyskum sjógvi, men í íslendskum sjógvi var hjáveiðan av toski 0,7%, sum svarar til 14,7 tons.
Nærum eingin hjáveiða var av øðrum fiskasløgum.

Mælir til rist
Eftir hesa royndina við Nærabergi, verður enn einaferð mælt til at fáa rist til flótitrol at rigga sum skjótast, soleiðis at tann stóri fiskurin kann skiljast frá tí smáa, sum fiskað verður eftir.
- Neyðugt er eisini at kanna hjáveiðina í øðrum tíðarskeiðum av árinum, sigur Súni.
Á túrinum við Nærabergi hevði skipið; flótitrol frá Egersund (1632 m.) við svartkjaftaposa (30 m.) við 50 mm. meskum, Tyborøn-lemmar (14 fermetrar hvør) og ketur, sum vigaðu 2,8 tons hvør. Sonda, sum mátar dýpi, hita á troldýpi og fjarstøðu millum keturnar ? og síðan vóru tríggir sensorar á posanum.

Sýnistøka
Súni Lamhauge vísir í síni frágreiðing um túrin á, at heildarveiðan fyri hvørt hálið varð mett av formanninum á verksmiðjuni, eftir at veiðan var komin í tangarnar.
- Vit tóku eitt sýni á seks kurvar, meðan veiðan varð arbeidd. Kurvarnar vórðu tiknar tilvildarliga, meðan arbeitt varð. Miðjað varð eftir at taka hesi sýni í byrjanini, í miðjuni og í endanum í hvørjum háli.
Hann sigur, at hesar seks kurvarnar svaraðu til umleið 200 kilo fyri hvørt hálið, og útfrá hesum varð hjáveiðiprosentið roknað av fiski, sum var smærri enn svartkjaftur.
- Ein maður stóð við eitt flutningsband og skilti allan "stóran" fisk, ið ikki var svartkjaftur, frá. Tað vil siga, at sýnið av fiski, ið var størri enn svartkjaftur, varð um 100%, sigur Súni.

Skiftandi veiða
Um túrin annars, sigur umboðið hjá Fiskirannsóknarstovuni, at hesin var 14 dagar gamal, tá ið hann kom umborð.
- Sambært veiðidagbókini hevði Næraberg fiskað 2.070 tons, ið svarar til umleið 370 tons av surimi og 90 tons av mjøli, tá ið eg kom umborð.
Súni kom umborð á Fuglafirði, 24. mai, tá ið skipið var inni eftir pakningi.
- Miðalvektin av svartkjaftinum hevði verið millum 92 og 110 g. fyri hvørt hálið.
Eftir at Súni var komin umborð, sigur hann í frágreiðingini, at tóvini vóru uppí stívliga 12 tímar. Hitin í troldýpinum lá millum 2,9 og 7,7 stig, og tóvferðin lá millum 2,6 og 4,5 míl.
- Hendan partin av túrinum lá veiðinøgdin millum 10 og 150 tons fyri hvørt hálið, sum svarar til 1,6-28,7 tons fyri hvønn troltíma. Samlaða veiðan hendan partin av túrinum var 2.120 tons, sum vórðu virkað til surimi og mjøl, sigur Súni Lamhauge.