Hjalgrím fegnast um at turkurin er burtur

Fyri fyrstu ferð síðani 10. juni í 2000 eydnaðist tað unga og annars málsókna spælaranum at fáa mál í landskappingini

TVÍFALDUR MÁLSKJÚTTI

Hjalgrím Elttør var ovurfegin, tá hann ellivu minuttir eftir steðgin 2. hvítusunnudag økti KÍ leiðsluna ímóti TB til 4?0. Gamli málslúkurin hjá KÍ og trífaldi málskjúttin hesa ferð, Kurt Mørkøre, átti næstsíðsta fótin á, og so sendi Hjalgrím í kassan úr seytjan metra fjarstøðu.
At ungi maðurin, sum í steypakappingini og á unglingaliðnum ferð eftir ferð hevur víst, at hann hevur gott máltev, var ovurfegin, var ikki so undarligt. Hetta var fyrsta ferðin síðani sunnudagin 10. juni í 2000, at hann skoraði fyri KÍ í 1. deild. Ta ferðina kom Hjalgrím inn á Sandi, tá tað restaðu seks minuttir, og í síðsta minuttinum staðfesti hann 4?0 KÍ sigurin.
Í dystinum frammanundan ? tá vann KÍ 9?0 á Sumba í Klaksvík ? hevði Hjalgrím spælt 20 minuttir og skorað eitt mál. Neyvan nakar og als ikki Hjalgrím Elttør sjálvur mundi óðra á Sandi sunnudagin í juni fyri tveimum árum síðani, at hann stóð frammanfyri tvey ára longum málturki.
? Tað var frágera gott, at tað eydnaðist at skora aftur. Í steypakappingini í fjør skoraði eg sjey mál, og eg skoraði eisini okkurt málið í steypakappingini í vár, sjálvt um vit ikki fingu so nógv mál. Í unglingadeildini havi eg javnan skorað, men tað er klárt, at eg havi kent eitt ávíst trýst á mær, tá tað ikki hevur eydnast at skora í 1. deild. Ikki minst eftir at eg misnýtti brotsspark í fyrsta heimadystinum í ár, sum var ímóti B36. Teir vunnu 3?2.
Hví hevur tú ikki skorað?
? Tað hevur ikki gingið eftir vild, og marginalirnir hava ofta verið ímóti. Men so haldi eg eisini, at tað er rætt at leggja afturat, at eg havi ikki spælt so nógv í álopsplássinum, sum mær dámar best at spæla í, og sum nátúrliga er tað plássið, sum ber flestu málmøguleikarnar við sær. Í fjør spældi eg ofta í síðunum, og nú havi eg spælt nógv á miðvøllinum. Men ímóti TB eydnaðist tað tvær ferðir, og tað var heilt gott.
Hvussu verður nú?
? Vit kunnu ikki annað enn fegnast um henda sigurin og so taka ein dyst í senn. Sunnudagin skulu vit út á Toftir. Tað verður ein sera torførur dystur hjá okkum, men vit mugu royna og trúgva upp á, at tað fer at bera til. Vit mugu eisini vóna, at vit ikki fara at verða so plágaðir av skaðum. Allan Joensen noyddist aftur út hesa ferð. Tað er ein stórur missur, tá hann ikki er við. Ove Nysted er eisini skaddur, og Jan Andreasen er ikki komin fyri seg aftur enn. Tað merkist, men vit fara at gera okkara besta. Tað verður í hvussu so er hugaligari at fara at venja, enn tað hevur verið. Eg haldi, at vit hava arbeitt seriøst, men sjálvandi er tað ikki eins stuttligt, tá vit tapa, sum tað er, tá vit vinna, heldur Hjalgrím Elttør.
Sjálvandi vónar 19 ára gamli maðurin, at tað nú fer at verða títtari millum málini hjá honum, enn tað hevur verið í landskappingini seinastu tvey árini.