Hjalgrím fegnast um mál nummar 100 í bestu deildini

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjalgrím Elttør er sera væl fyri, og hugnar sær at spæla fótbólt á einum góðum og sterkum liði

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við 33 ára gamla álopsveteranin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, sum í dag kundi hátíðarhalda, at hann skeyt mál nummar 100 í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Hjalgrím Elttør feiraði eisini 1-0 málið í 11. minutti í 5-1 sigrinum ímóti AB norðuri í Klaksvík fyrr í kvøld við at fara úr troyggjuna, og vísa eina T-skjúrta, sum boðaði frá, at hann hevði skotið mál nummar 100 í bestu deildini. Hetta kostaði tó Hjalgrími eitt gult kort, men tað var hann til reiðar at taka við. 

 

Hjalgrím Elttør greiðir frá, at hansara persónliga mál var, at hann skuldi verða í nógv betri formi, og tað er eydnast til fulnar, og nú hugnar hann sær at spæla fótbólt við einum góðum og sterkum liði, sum KÍ.

 

Nú verður feria í 10 dagar hjá KÍ-arunum, og so tørna teir til aftur við venjingum, áðrenn eitt í kortunum spennandi kappingarár skal fáast frá hondini.