Hjalgrím í leysum lofti

Tað er follið NSÍ fyri bróstið, at Hjalgrim Elttør og KÍ hava skrivað undir sáttmála.

Spælarin hevur í vikuni gjørt greitt fyri NSÍ, at hann ynskir at sleppa úr sáttmálanum, tí hann metir ikki, at treytirnar í hesum eru hildnar.

Og mikukvøldið skrivaðu hann og KÍ undir sáttmála, sum varð sendur FSF til góðkenningar.

Hetta meta runavíkingar er brot á reglurnar.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at KÍ skrivar sáttmála við ein av okkara spælarum, uttan at vit vita av tí, sigur Andreas Lamhauge, formaður í NSÍ.

Hann sigur, at felagið gekk ikki ynskinum frá Hjalgrími Elttør á møti, og tí meta teir, at hann framvegis er bundin at felagnum.

Men spælarin sigur, at treytirnar í sáttmálanum ikki eru hildnar. Hevur Hjalgrím Elttør fingið ta løn, sum hann eigur at fáa?

- Tað er eingin loyna, at fleiri feløg í dag hava ilt við at røkja sínar skyldur. Men pr. dags dato skylda vit ikki Hjalgrími nakað, sigur Andreas Lamhauge.

Og hann leggur afturat at, at KÍ fleiri ferðir hevur tosað við spælaran, og at NSÍ eisini er misnøgt um, at tað er skrivstovan hjá FSF - og ikki Kappingarnevndin - sum hevur avgreitt málið. Men eru boðini av skrivstovuni, at tað hava tey alla heimild til.

 

Í KÍ sigur Fríðin Ziskason formaður, at tað er spælarin, sum er komin til teirra, og tí meta teir seg hava slætt borð í málinum.

 

Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Hjalgrími sjálvum beint nú. Hann venur - við KÍ.