Hjalgrím heldur fram í KÍ

Sáttmáli er undirskrivaður, sum knýtir barndómsfelagið og Hjalgrím at hvørjum øðrum í tvey ár aftrat

Tað hevur verið ivi um, hvar Hjalgrím Elttør fór at spæla næsta kappingarár. Sáttmálaskeiðið var runnið, og fyrr í heyst segði KÍ liðformaðurin í 2013, at hann var opin fyri øllum møguleikum.

Í kvøld boðar Hjalgrím frá, at hann fer at spæla við barndómsfelagnum bæði í 2014 og 2015:

- At vera bláur er ein álitisváttan! Tann blái liturin er sera væl umtóktur millum fólk og virkir!
Eisini hevur hesin eyðkenni av at vera sterkur og loyalur. Tí kann eg við stoltleika í kvøld boða frá, at eg veri Kí leikari tvey tey næstu árini - í 2014 og 2015, sigur Hjalgrím Elttør í kvøld á facebook.

Sambært faroesoccer.com hevur 30 ára gamli Hjalgrím Elttør spælt 308 dystir og skorað 90 mál í landskappingini í bestu deildini. Hann hevur spælt 48 dystir og skorað 17 mál í steypakappingum. Í europeisku kappingunum hevur hann spælt 9 dystir og skorað eitt mál, og hann hevur spælt 27 a-landsdystir, 11 u-19 landsdystir (2 mál) og 10 u-17 landsdystir (1 mál).

Hjalgrím umboðaði KÍ 2000-2006, NSÍ 2007-2009, B36 í 2010, og síðani 2011 hevur hann aftur verið í barndómsfelagnum, har hann altso fer at halda fram tvey tey næstu árini.