Hjalgrím heldur KÍ hevur lagt góðan botn

Liðskiparin hjá ÍF var nøgdur við dystarbyrjanina, men so rapaði alt

Aftaná 3-1 sigurin hjá KÍ ímóti ÍF í Fuglafirði fekk sendingin "3. hálvleikur" orðið á liðskipararnar, Hjalgrím Elttør hjá KÍ og Bartal Eliasen hjá ÍF.

 

Hjalgrím Elltør fegnaðist um ein disiplineraðan innsats hjá KÍ, har teir nýggju útlendsku spælararnir gjørdu góðan mun. Hann heldur, at tað sær gott hjá KÍ.

 

Bartal Eliasen heldur, at ÍF byrjaði dystin væl, men ætlanin hjá ÍF stóð fyri falli, tá KÍ legði seg á odda 1-0, og tá KÍ økti til 2-0 gjørdist mótbrekkan ov tung. 

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN uppiyvir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Hjalgrím Elttør og Bartal Eliasen høvdu at siga aftaná dystin.