Hjalmar Waag Høgnesen 75 ár

Í dag, hósdagin 9. september, fyllir Hjalmar Waag Høgnesen í Klaksvík 75 ár.

Hjalmar er sonur Turid Waag, ættað úr Tunghúsinum í Vági í Klaksvík, og Joen Magnus S. Høgnesen, ættaður úr Leirvík, ið var stýrimaður á skonnartini Ernstinu, sum gekk burtur í 1930.

Turid og Joen Magnus fingu fýra synir. Hjalmar er yngstur, hinir brøðurnir eru Hjørleiv, Símun og Rólant. Hjørleiv og Símun eru búsitandi í Klaksvík, og Rólant, sum doyði fyri nøkrum árum síðan, búði í Danmark.

Í 1965 giftist Hjalmar við Sybillu Gardar, dóttir Petru og Hugo Gardar.

Tey búsettust á Eiðinum ella við Nýggjaveg, sum gøtan eitur í dag. Tey fingu fimm børn, døturnar Turid og Gunhild og synirnar Gardar, Joen Magnus og Eyðun.

Sum ungur fór Hjalmar til skips, hann sigldi m.a. við skonnartini "Polo" og trolaranum "Jóannes Patursson". Nøkur ár arbeiddi hann á flakavirkinum Nordafar í Føroyingahavnini.

Hjalmar tók skiparaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla í 1950, og var hann í 26 ár skipari á postbátinum Barsskor, ið sigldi millum Klaksvík, Kunoy og Kallsoy. Hann var skipari á Barskor frá 1970, til hann fór frá vegna aldur í 1996.

Hjalmar hevur yrkt og umsett fleiri sangir og sálmar, og hansara frítíðarítriv hevur verið at fotografera.

Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini Gunhild og versoninum Andrias Arge, Garðsendi 24, Klaksvík.

Hjalmari verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum.

Samrøða verður við Hjalmar í Sosialinum leygardagin 11. september.