Hjálp til neyðstødd børn í Myanmar

Samanbrestir ímillum vápnaðar bólkar, yvirflóð og trupul atkomuviðurskifti gera tí longu sváru humaniteru støðuna í Myanmar enn verri. Fleiri enn 2 mió. menniskjur eru rikin frá húsi og heimi.

Umleið 40% av teimum eru børn, sum nú noyðast at búgva í yvirfyltum legum, í frumskóginum ella í øðrum improviseraðum skjólum. Heimleysar familjur liva undir sera ótryggum viðurskiftum og stríðast fyri at fáa mest grundleggjandi tørvir á reinum vatni, mati, heilsu- og reinførisviðurskiftum, nøktaðar. Hendan støðuga strongdin og óttin hava ógvusligar fylgjur við sær, bæði fyri kropp og sinn, og serliga er sálarheilsan hjá børnum og ungum í vanda.

 

Hóast trygdar- og atkomuavbjóðingar, hjálpir Reyði Krossur í Myanmar fleiri hundraðtúsund útsettum børnum og familjum.

 

##med2##

 

Reyði Krossur Føroya hevur nú, við stuðli frá Føroya Landsstýri, latið 500.000 kr. til at styrkja arbeiðið at betra um sálarheilsuna hjá neyðstøddum í Myanmar. Serliga fara pengarnir til at styrkja førleikarnar hjá Reyða Krossi í Myanmar at veita sálarliga fyrstuhjálp til børn og ung, umframt at seta á stovn barnavinarlig rúm (child-friendly safe spaces) í neyðstøðum.

 

Reyði Krossur í Myanmar arbeiðir eisini við at fáa barnavinarlig rúm í lag til heimleysar familjurnar í illa atkomuligum økjum. Har fara sjálvboðin at skipa fyri ymsum frítíðarvirksemi til ymsar aldursbólkar – tað verða stuttlig og mennandi frítíðarítriv, eitt nú ítróttur, spøl, list, handverk, eins væl og virksemi, sum stuðlar undir sjálvbjargni og lívsførleikum hjá børnunum.

 

##med3##

 

Støðan í landinum hevur verið alsamt versnandi seinastu vikurnar, og Reyði Krossur í Myanmar fegnast um stuðulin úr Føroyum, sum tey siga hjálpir teimum í arbeiðinum “at tryggja framtíðina fyri børnini í Myanmar”.

 

Myndir: Myanmar Red Cross Society (MRCS)