Í einum av mongu básunum á G! festivalinum húsast Amnesty Føroyar. Ann Krista í Dali og Ingilín Strøm eru tvær teirra, sum hava ábyrgd av básanum.
- Vit savna undirskriftir til frama fyri at nigerianska Moses. Hann hevur sitið í fongsul, síðan hann var 16 ára gamal fyri at hava stolið tríggjar fartelefonir. Nú, 8 ár seinni, er hann dømdur til deyða, sigur Ann Krista.
- Alt bendir á, at hann er ósekur. Hann varð tortureraður bæði likamliga og sálarliga at játta seg sekan. Hóast hann hevði verið sekur, er hansara straffur og viðferð fullkomiliga burturvið, sigur Ingilín.
Á G! festivalinum hava Amnesty Føroyar klárað at savnað á leið 500 undirskriftir.
- Vit eru stak væl nøgd við undirskriftainnsavnanina. Vit arbeiða saman við norsku Amnesty, og allar undirskriftirnar verða givnar guvernørinum í býnum, har Moses situr í fongsli, sigur Ingilin.
Arbeiðið hjá Amnesty ger stóran mun sambært ungu kvinnunum.
- Hagtølini siga, at fjórði hvør persónur, sum Amnesty fokuserar á, verður latin leysur. Í síðsta mánað varð kristna Meriam, sum var deyðadømd fyri at verða kristin, leyslatin orsakað av stórum trýsti. So hvør undirskrift ger mun, sigur Ann Krista, sum vísir á, at man kann lesa meira um Moses og aðrar líknandi lagnur á heimasíðuni hjá Amnesty, www.amnesty.fo.