Hjálpa neyðtiknum gentum

Átta føroyingar eru í løtuni í Kenya og hjálpa til á eini kreppumiðstøð fyri neyðtiknar gentur.

Átta føroyingar eru í hesum døgum í Kenya á vitjan hjá hjálparfelagsskapinum NLAI. Tey eru øll fadrar at børnum, sum felagsskapurin tekur sær av, og hjá nøkrum teirra er hetta fyrsta høvi at møta børnunum, sum tey trúfast stuðla hvønn mánað.

 

Fleiri av børnunum eru heimleys og liva av at smala rusk, sum verður koyrt á ruskplássi hvønn dag.

 

Turið Thomsen er ein teirra, og hon sigur, at tað er ómetaliga stuttligt at møta børnunum og at síggja, at tann stuðulin man gevur, ger mun.

- Tað er fantastiskt at síggja, at hesi børnini, sum meiri ella minni búgva á ruskplássinum, kunnu ganga í skúla, orsaka av teimum pengunum, sum vit stuðla við.

 

- Uppgávan hjá okkum átta føroyingum her niðri, verður at vísa børnunum umsorgan og kærleika og at vera saman við teimum. Umframt hetta fara vit at arbeiða á kreppumiðstøðini.

 

Kreppumiðstøðin hjá NLAI er einasta staðið í Nakuru, har gentur, ið eru neyðtiknar kunnu leita sær hjálp.

 

Kreppumiðstøðin húsast í einum húsum í sera ringum standi, og uppgávan hjá føroyingunum verður at vaska, mála og leggja nýtt gólv í húsinum.

- Vit skulu royna at gera hetta til eitt betur stað fyri hesar ungu mammurnar. 7 gentur búgva á miðstøðini í løtuni, við hvør sínum barni. Yngsta gentan er 12 ár og hevur eitt tríggjar mánaðir gamalt barn, sigur Turið Thomsen.