Hjalti Bogason: Tónleikurin fyllir nógv hjá mær

Fyri stuttum kom ein øðrvísi jólafløga á marknaðin við 10 klassiskum jólasangum og jólasálmum, sum Bogi Godtfred hevur týtt úr ymiskum tungumálum. Talan er um sangir, sum ikki eru givnir út í Føroyum áður.

 

Tað er sonur Boga Godtfred, tann 17 ára gamli Hjalti Bogason, sum syngur. Malan Hansen syngur við á tveimum sangum. Fløgan nevnist "Jólini ljóma"

 

Simon Hale, ið er ein kendur tónlistamaður, og hevur vunnið sær viðurkenning og virðislønir í stórum tali hevur arrangerað tann sera vakra tónleikin, sum er á fløguni. Jákup Zachariassen frá Kriss Stuff Studio í Hoyvík eigur eisini sín avgerandi lut í framleiðsluni.

 

- Tónleikurin fyllir nógv hjá mær, staðfestir Hjalti Bogason í samrøðu við Rás2. Hjalti Bogason leikar bæði á gittar og klaver umframt, at hann syngur nógv.

 

Í morgun prátaði Rás2 við Hjalta Bogason og Boga Godtfred um ta nýggju fløguna, og um leiðina hjá Hjalta Bogasyni, sum sangara.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Hjalta og Boga undir greinini, har brotpartar av sangunum á jólafløguni eisini kunnu hoyrast.