– Eg eri púra sannførd um, at okkara arbeiði ger mun úti í heimi, sigur hon.
Síðani 1988 hevur hon luttikið í arbeiðinum hjá Barnamissiónini, og árið eftir fekk hon eisini høvið at vitja eitt av samstarvslondum teirra, Filipsoyggjarnar.
Fyri hana varð henda vitjanin við til at lata eyguni upp fyri neyðini úti í heimi, og hvussu kærkomin hjálpin uttanífrá er.
Í høvuðsstaðnum, Manilla er eitt nógv umrøtt fjall, ella rættari sagt ein ovurstórur ruskdungi, her nógv menniskju og familjur royna at skapa sín gerandisdag so ella so.
Millum tey mongu sum búgva har, er ein hópur av børnum. Og hesi fekk Barnamissiónin eina neyð fyri. Nú slapp hon sjálv at vitja hetta staðið, her serliga ein einstøk uppliving brendi seg fast í minnið.
- Vit komu til eini hús – ja, eg veit faktist ikki, um orðið "hús" kann brúkast í hesum sambandi. Hetta var meiri at kalla ein vánalig kroysa, her sum tað búðu 9 fólk. Tað var so mikið trongligt inni í húsinum, at tey máttu skiftast um at sova.
- Hetta vóru umstøður, sum vit illa duga at ímynda okkum her í Føroyum, greiðir Eyðgerð frá.
Nú brúkar hon ein part av frítíð síni í Evensens Pakkhúsi úti á Reyni í Havn, har hon er við í pakkingini av klæðum.
Eitt hóskvøld í farna mánaði vóru tað tó børnini í grannalandinum hjá Ukraina, Moldova, sum stóð ovast á listanum.
Hon hevði sjálv frammanundan bundið klæði uppá eina dukku, sum eitt av børnunum í hesum landinum skuldi fáa, nú umboð fyri Sosialin kortini skuldu hagar.
Møtast aftur
Flestu lesararnir munnu minnast ógvusligu kjarnorkuvanlukkuna í Tjernobyl fyri 25 árum síðani.
Sum ein part av arbeiðinum at hjálpa nøkrum av børnunum í hart rakta økinum, varð skipað so fyri at tey kundu sleppa ein túr til Føroyar at vitja og søkja sær heilsubót undir okkara umstøðum.
Fyrstu ferð børn úr Tjernobyl-økinum vóru her var í 1996, og síðani hava tey verið fýra ferðir aftrat.
- Tað var ótrúligt at møta teimum her í Føroyum, og aftur, tá eg sjálv slapp til Ukraina.
- Fleiri teirra eru vorðin so stór, at vit nú hava skrivað saman, greiðir hon íðin frá.
Hví læra seg russiskt?
Eftir at Eyðgerð Dahl kom við í arbeiðið hjá Skandinavisku Barnamissiónini fekk hon hug at læra seg russiskt.
Hon ætlaði at fáa onkur onnur fólk at gera tað sama sum hon, men tað gekk verri. Hon meldaði seg kortini til.
- Ein dagin eg sat og las, kom fastir mín á gátt, og spurdi, hvat eg gjørdi. Hon segði tá við meg: "Altso, Eyðgerð, hvat skalt tú brúka al hetta russiska til?" Beint tá, visti eg tað ikki, men eg svaraði, at tað skuldi nokk blíva til okkurt.
Nøkur ár seinni komu so børnini úr Tjernobyl til Føroyar at vitja eitt summarið. Á jólum hetta árið ynskti Eyðgerð at senda teimum eitt jólakort á teirra egna máli.
Meðan hon sat og skrivaði hesi jólakortini, kom áðurnevnda fastirin aftur á gátt.
- Tá spurdi hon hvat eg nú gjørdi. Og tá fekk eg so sagt henni, at nú fekk eg altso brúkt tað russiska málið sum eg hevði lært, sigur hon við einum brosi. - - Síðani børnini úr Tjernobyl vóru her, hevur mítt hjarta ligið í Ukraina.
Greinarøð um Moldova
Ætlanin er at skriva fleiri greinar um Moldova í næstum.
Talan verður um eina greinarøð í fleiri pørtum:
6. juni: Um 14 ára gamla Maarin sum hevur ábyrgd av 4 systkjum sínum
8. juni: Um kvinnur og menn sum pakka klæðir til Ukraina og Moldova
Í dag: Um Eyðgerð og hennara drúgva arbeiði hjá Barnamissiónini
Næstu ferð: Um pastor Vitalie í Moldova sum brennir fyri landsmonnum sínum
- Um Karolinu og hennara arbeiði í Barnamissiónini
- Um familjuna hjá Lyudmylu sum ikki eigur til dagsins uppihald
- Og at enda um, hvussu arbeiðið í Føroyum verður skipað undir leiðslu av Ellu Niclasen og hjálparfólkum hennara.