Eyðolvur Vang Dalsgarð er í Danmark og ferðast saman við familjuni hjá sær. Páskadag kom hann í neyð í einum svimjihyli hjá Danlandi í Søndervig í Jútlandi.
Drongurin lá á botninum inni í horninum í djúpa endanum á svimjihylinum, tá ein annar drongur sá hann og rópti um hjálp. Dorte Brandt Trillingsgaard, lívbjargari, gjørdi skjótt av og leyp eftir fimm ára gamla føroyinginum.
- Eg náddi bara at hugsa »oh shit«, hetta hendir bara ikki, sigur hon við tv2.dk.
- Hann skuldi fara í rutsjubanan, og pápi hansara skuldi taka ímóti honum. Hann kom bara ongantíð fram, og so varð hann funnin av hinum dronginum, sigur Lisbeth Vang, mamma, við Sosialin.
Bjargaði lívinum
Tá drongurin var tikin upp úr hylinum fóru tey beinanvegin í gongd við fyrstuhjálp á lívleysa drongin, og eftir einar tveir minuttir merktu tey ein veikan puls.
Áðrenn tað var drongurin bláur, og onki lív var í honum. Tá drongurin kom til sín aftur, rópti eftir mammu síni at siga, at hann hevði ilt.
Men mamman var ikki beint har. Hon var nærindis, men fekk ikki boðini beinanvegin.
- Eg var nærindis, men stutt eftir ringdu tey til mín og tey fingu ikki samband við meg. Men tá tey fingu samband, fekk eg als ikki tosa. Eg misti ondina, og mátti bara koyra telefonina víðari, sigur ein týðiligt rørda mamman.
Seinni varð drongurin fluttur á sjúkrahús, og longu í sjúkrabilinum sat drongurin upprættur. Seinnapartin í gjár varð hann útskrivaður av sjúkrahúsinum í Herning.
Mann má blíva við
- Eg eri so øgiliga sjokkerað og takksom, at hann kláraði tað, tí tað var veruliga ein spurningur um sekundir, sigur Lisbeth Vang, mamma. Hon greiði somuleiðis frá, hvussu týdningarmikið tað er, at mann ikki gevur upp.
- Mann má blíva við at geva hjartamassagu. Mann má ikki geva upp, sigur mamma Eyðolv Vang Dalsgarð.
Hon greiðir somuleiðis frá, at tey hava verið og tosa við hesi fólkini, sum vóru har, tá hann varð bjargaður, og at tað er nakað øll hava tørv á.
Um hendingina sjálva, er mamman glað fyri útfallið.
- Tað kundi verið heilt galið. Men hann hevur ongan sjónligan skaða, staðfestir mamman.
Fram til mánadagin verða tey 20 í ferðalagnum verandi í Danmark, og hon ivast ikki í, at henda hending fer at merkja restina av ferðini.
Onki eindømi
Hendingin við fimm ára gamla føroyska dronginum er onki eindømi. Tað hava fyrr verið tvær aðrar hendingar, har ein gjørdist ein vanlukka og hin endaði líka væl, sum hjá føroyska dronginum.
- Vit gera nógv við at greiða gestum okkara frá, at tey svimja fyri egna ábyrgd, sigur leiðarin á Danlandinum við tv2.dk. Hann greiðir somuleiðis frá, at tey siga, at tey ikki hava lívbjargarar, umframt, at lívbjargararnir, sum eru har, hava góða útbúgving.