Í mars mánaði í 2015 varð Gabriel úr Kansas í USA skurðviðgjørdur fyri ein krabbameinsknút í heilanum. Sjónliga úrslitið av viðgerðini gjørdist eitt stórt arr í høgru síðu á høvdinum, og eftir hetta føldi hann seg sum eitt skrímsl.
Tað skar í hjartað á pápanum, Josh Marshalls, at hoyra, hvussu sonurin hevði tað við arrinum. Pápin gjørdi tí av at fáa sær eina tatovering á høvdið, ið líktist arrinum hjá soninum, soleiðis at sonurin ikki skuldi føla seg einsamallan við trupulleikanum.
Nógvir miðlar kring heimin róstu pápanum fyri hesa avgerð, og millum miðlarnar var eitt nú amerikanska sjónvarpsstøðin ABC News.
Josh Marshall fortaldi eitt nú fyri danska Ekstrablaðnum, at tatoveringin hevði gjørt, at sonurin Gabriel hevði tað betri við seg sjálvan og arrið á høvdinum.
- Hetta ger sonin so glaðan, og tí vildi eg gera hetta fyri hann. Nógv halda, at mín tatovering er eitt veruligt arr, og tey spyrja, hvussu eg havi fingið arrið, segði hann við Ekstrablaðið í 2016.
Men, fríggjadagin hendi tað syrgiliga, at krabbameinsrakti drongurin sovnaði burtur. Tað fortelur pápi hansara nú í eini fráboðan á Facebook.
Josh Marshall sigur, at familjan var hjá læknanum einar tveir dagar frammanundan, og haðani koyrdu tey til ein handil við leikum. Her valdi Gabriel leikutoy til sína lítlusystir.
Tað var á túrinum heimaftur, at Gabriel sovnaði og vaknaði ikki aftur.
- Vit royndu at vakja hann, men tað var einki lív í honum. Eg veit, at hann hevði ikki nógvar góðar dagar eftir, men hetta var ein góður dagur - ja, hetta var besti dagur, vit høvdu havt í langa tíð, skrivar Josh Marshall á sínari Facebook-síðu.
Og pápin endar við hesum orðum:
- Takk fyri, at tú gav mær hesa seinastu gávuna, Gabriel. Eg fari altíð at minnast henda fantastiska dagin. Eg elski teg, mín vakri drongur, eru seinastu orðini hjá Josh Marshall.