Hjartasuff í samband við narkomálið

Teir seinastu dagarnar hevur nógv verið at hoyrt og lisið um narkomálið. Eitt sum serliga hevur verið at hoyrt um, er at tað er so synd at hesin ungi maður skal vera avbyrgdur frá øllum, og at familja hansara er bangin um at hetta fer at ávirka hann

sálarliga.

Ja tað er synd, synd í mammu hansara, at hon skal hava so nógva sorg av at, sonur hennara hevur oyðilagt sær lívið og spilt øll hesi góðu ár burtur. Tí hvør mamma vil sínum barni so ilt?

Í øllum okkara gerandistrummirummi hoyra vit hesi tíðindi og hugsa nokk, at tað er kanska synd í hesum manni, og so hugsa vit kanska ikki meir um tað, hugsa ikki um allar menniskjalagnur sum verða lagdar í sor av hesum ræðuliga rúsevni. Ja, tær eru nógvar.

Tað byrjaði kanska so óskyldugt við einari tablett, men áðrenn unga gentan veit av, er hon blivin bundin av hesum rúsevni, og so gongur alt út upp á at skaffa rúsevnir, og tað eru ikki smápengar sum skulu til. Og meir tað vindur upp á seg, meira nøgd skal til, og fleiri pengar skulu til. Í tíðini har gentan blívur meir og meir bundin av rúsevnum, so oyðileggur hon ikki bara seg sjálva men eisini alla sína familju, tey sum eru góð við hana og vilja henni tað besta. Tann mamman, sum gav henni lív, sær hvussu hennara elskuliga dóttur niðurbrýtur sín kropp og oyðileggur sítt lív.

At enda er hon so desperat at skaffa pengar til rúsevnini, at hon byrjar at lúgva og stjala frá familjuni. Og tá tað ikki er nokk, ja so flytur hon til Danmarkar, har hon kann ganga á gøtuni og selja sín kropp fyri at skaffa rúsevni. Og um tað er gongdin, ja so er ikki long tíð, til hon ein dag verður funnin inni á einum skitnum almennum wc, við einari nál í arminum, deyð av yvirdosis.

Er tað ikki synd í hennara foreldrum? Tey stríddust við at fáa hana at koma til fornuft, stríddust við at fáa hana avrúsaða, stríddust alt tað tey kundu, gjørdu alt fyri at fáa tað dýrabarasta tey áttu aftur, men onki nyttaði, RÚSEVNISDJEVULIN hevði fingið sítt tak í hana, og hon kláraði ikki at sleppa undan, hví? Tí at eitt stuttligt leygarkvøld kom ein ungur sjarmerandi maður og bjóðaði henni eina “óskylduga” tablett.

Hugsið tykkum til, hvussu nógv hendan øgiliga mongdin av rúsevnum, ið bleiv smuglað, kann oyðileggja. Nei, vit mugu ikki gloyma hvørjum tað veruliga er synd í.