HM 2022 avviklast uppá bara 27 dagar

HM-endaspælið í 2022 verður tað styttsta síðani 1978

HM endaspælið í fótbólti, sum verður í Katar í 2022 verður avgreitt uppá 27 dagar. Hetta verður tað stytsta HM-endaspælið, síðani HM-endaspælið, sum var í Argentina í 1978. Tá bleiv HM-endaspælið avviklað uppá bara 24 dagar.

 

HM endaspælið í Katar byrjar 21. november í 2022, og verður finalan 18. desember. Tað hevur verið greitt eina tíð, at finalan skuldi spælast sunnudagin 18. desember 2022, men tað er fyrst í hesari vikuni, at leiðslan í FIFA hevur tikið avgerð um, at HM-endaspælið skal ikki byrja fyrrenn mánadagin 21. november 2022. 

 

Tað hevur elvt til stóra misnøgd í fleiri stórum evropeiskum fótbóltsfeløgum, at Katar sleppur at hýsa einum HM-endaspæli, og tað hevur elvt til ikki minni misnøgd, at HM-endaspælið skal avgreiðast um veturin, tá nógvar evropeiskar kappingar koyra uppá tað besta. Eitt HM-endaspæl í november og í desember merkir, at stóru evropeisku fótbóltsligurnar mugu taka ein vetrarsteðg.

 

Tí verður tað tikið, sum eitt tekin at blíðka evropeisku stórfeløgini, at HM-endaspælið er stytt við fýra døgum, frá 31 døgum niður í 27 dagar. 

 

Evropeisku feløgini fáa annars eitt endurgjald, sum hevur eitt virði á umleið 1,4 miljardir krónur í okkara peningi, fyri órógvið, sum eitt HM-endaspæl um veturin elvir til hjá evropeisku feløgunum.