HM: Allur danski hópurin er covid-fríur

Nikolaj Jacobsen hevur allar mans tøkar til fjórðingsfinaluna móti Ungarn

Altjóða hondbóltssambandið, IHF gjørdi greitt undan HM-endaspælinum í manshondbólti, at undan innleiðandi bólkaspælinum, undan millumumfarinum, og undan fjórðingsfinalunum skuldu allir leikararnir kannast fyri Covid-19.

 

Danska hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, at allir leikararnir í danska HM-hópinum eru testaðir fyri Covid-19, og eingin av donsku leikarunum er fongdur av Covid-19.

 

Hetta merkir, at landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen hevur allar mans tøkar til fjórðingsfinaluna móti Ungarn, og einari møguligari hálvfinalu fríggjadagin.