HM: Danmark vann á Egyptalandi og er á fyrsta plássi

Danmark vann 30-24 á Egyptalandi í HM í hondbólti og vann millumbólkin. Mikudagin hittir Danmark Ungarn í fjórðingsfinalu í Stokkhólmi.

 

Nikolaj Jacobsen og menn hansara skulu eftir sigurin á Egyptalandi nú fyrireika seg til fjórðingsfinalu ímóti Ungarn mikudagin. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Ein vælspælandi Niklas Landin í málinum var tann stóri maðurin, tá danska hondbóltslandsliði hjá monnum tók fyrsta plássið í millumbólkinum við HM.

Tað endaði við donskum sigri upp á 30-24, og Danmark hittir nú Ungarn í fjórðingsfinaluni.

Javnt ella tap ímóti Egyptalandi hevði havt við sær, at Danmark skuldi hitt sterku sviunum í fjórðingsfinaluni, so Nikolaj Jacobsen, landsliðsvenjarin, er uttan iva væl nøgdur.

Stórspælið hjá Niklas Landin var í byrjanini av dystinum við at seta futt í donsku viðhaldsfólkini, sum hoyrdust væl í Malmö Arena.

 

##med2##

Egyptar vóru lamslignir, og tú sat við fatanini av, at dysturin var avgjørdur eftir tíggju minuttir. Ein óskettin endi á fyrra hálvleiki oyðilegði ta fatanina, men ivi um sigurin var tað tó ongantíð.

Menninir hjá Nikolaj Jakobsen tjekka nú út av hotellinum í Malmø og fara til Stokkhólk, har teir skulu spæla fjórðingsfinalu á fótbóltsleikvøllinum Tele2 Arena.

At tað fyri danir skuldi enda so væl í Malmö Arena, var skjótt greitt.

 

##med3##

Niklas Landin tók tær fýra tær fyrsti royndirnar hjá Egyptalandi, og liðfelagar hansara kvitteraðu við skjótum málum í hinum endanum.

Fyrsta málið skjeyt Jóhan á Plógv Hansen í fyrsta minuttinm. Eftir fimm minuttir skoraði Emil Jakobsen til 4-1, so takið næsta lyfti sær á av øllum rópunum á áskoðaraplássinum.

Seinni í fyrra hálvleika slakaði Danmark nakað, og eftir at hava verið á odda við átta málum vóru danir nú á odda við fýra málum – til Mikkel Hansen syrgdi fyri, at teir kundu fara til hálvleiks við fimm málum á odda.

 

##med4##

Í seinna hálvleiki var tað sterka bakketan við Simon Pytlick, Mikkel Hansen og Mathias Gidsel sum fekk ró í grindina.

Niclas Kirkeløkke kom á vøllin og skoraði sítt fyrsta HM mál, eftir at hann í dag varð skiftur inn í hópin.

/ritzau/

 

##med5##

 

##med6##

 

 

 

Nikolaj Jacobsen og menn hansara skulu eftir sigurin á Egyptalandi nú fyrireika seg til fjórðingsfinalu ímóti Ungarn mikudagin. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fyrsta málið í dystinum í fyrsta minuttinum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix