HM: Elias, Kjartan og Jónas vilja møta Slovakia

Fyri tveimum árum síðani taptu Føroyar við einum máli móti Slovakia.

Millum 13. og 20. mars skal føroyska manslandsliðið í hondbólti undir sína størstu uppgávu nakrantíð. Tveir HM-undankappingar Play Off dystir móti krútsterkari mótstøðu.

 

Tey níggju londini Føroyar hava møguleika at møta eru:

 

Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia og Ukraina. 

 

Fyri tveimum árum síðani taptu Føroyar sera tepurt 26-27 (13-14) fyri Slovakia í einari HM-undanundankapping í Luksemborg. 

 

Tá skoraði Kjartan Johansen níggju mál og Jónas G. Djurhuus tvey mál.

 

Kjartan og Jónas eru samdir um, at teir ynska, at Føroyar trekkja Slovakia í Play Off dystunum í mars. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er samdur við teimum báðum:  - eg vil helst møta Slovakia, sigur Elias.

 

Elias og Jónas vilja eins og Áki Egilsnes helst sleppa undan at møta Portugal. 

 

Kjartan er á linju við Teis Horn Rasmussen, Filip Jojic, Helga H. Hoydal og Róa Berg Hansen, at hann vil helst sleppa undan at møta Slovenia í Play Off dystunum í mars.