HM-endaspælsskráin hjá U21-landsliðnum er broytt - Møta Angola fyrst

Føroyska U21 landsliðið møtir ikki sponsku evropameistarunum fyrrenn í tí triðja bólkadystinum

Mynd: Harald Bjørgvin

Hondbólts-Føroyar eru spentar upp á returdystin hjá føroyska A-landsliðnum í Bukarest leygardagin klokkan 15.

 

Millum 20. juni og 2. juli fara nakrir av profilunum á A-landsliðnum at kappast í U21 HM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Føroyar fara at spæla sínar innleiðandi dystir í bólki D í Magdeburg í eystara partinum av Týsklandi. Mótstøðuliðini eru Japan, Spania og Angola.

 

Upprunaliga skuldu Føroyar spæla fyrsta bólkadystin móti Spania, men tað er nú broytt. Okkara menn spæla fyrsta dystin móti Angola, annan dystin móti Japan og triðja bólkadystin móti Spania.

 

Skráin sær nú soleiðis út, har Føroyar fyrst spæla tveir dystir tíðliga á degnum, og so ein dyst á kvøldi móti Spania:

 

##med2##

 

Mynd: Harald Bjørgvin