Í gjár var innleiðiandi HM kappingin í estetiskum fimleiki. Tað hevur eydnast Team Einu hjá Havnar Fimleikafelag at koma í HM finaluna í bólkinum kvinnuunglingar, sum verður í dag.
HM finalan sæst við at trýsta HER (Byrjar kl 12.00)
Sum heild hevur tað gingið avbera væl, verður sagt úr Finnlandi, har HM kappingin er. Fýra føroysk lið eru við, og tey hava øll staðið seg lutfaldsliga væl. Umframt at Team Eina vann seg millum 12 tey bestu av 24, so fekk kvinnulandsliðið ikki færri en 15.300 stig. Tað verður mett sum avbera gott.
Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag skal á gólvið í HM finaluni í dag klokkan 12.35. Lutakasti hevur verið og Team Eina er triðja liðið, sum skal framføra í finaluni.
Her eru úrslitin hjá føroysku liðunum:
Kvinnulandsliðið: 15.300 stig
Kvinnuunglingalandsliðið: 13.450 stig
Kvinnuunglingar Eina: 14.700 stig
Kvinnur Svalan: 14.000 stig
Øll úrslitini hjá kvinnuunglingum og kvinnum kunnu síggjast við at trýsta HER