HM-finalan í 2026 verður spæld í New York

Setanardysturin verður spældur í Meksiko býi

Met-Life leikvøllurin í New York

HM-endaspælið í fótbólti hjá monnum verður leikt í Meksiko, USA og Kanada millum 11. juni og 15. juli í 2026.

 

Meksiko var HM-vertur í 1970 og í 1986. USA var HM-vertur í 1994. Hetta verður fyrstu ferð, at Kanada er HM-vertur.

 

HM-setanardysturin 11. juni verður spældur á tí tí søguríka Azteca leikvøllinum í Meksiko býi. Azteca var HM-finaluleikvøllurin í bæði 1970 og í 1986.

 

HM-finalan 15. juli verður leikt á einum vølli, ið er væl kendur frá NFL, nevnliga MetLife leikvøllinum í New York.

 

Hálvfinalurnar vera spældar í Dallas og Atlanta.

 

Fjórðingsfinalurnar vera spældar í Boston, Los Angeles, Miami og Kansas  býi.

 

Sostatt eru tað bara innleiðandi bólkadystir og áttandapartsfinalur, ið vera spældar í Meksiko og í Kanada, so tað er púra greitt, at USA er høvuðsverturin fyri HM-endaspælið í 2026.

 

 

 

Met-Life leikvøllurin í New York