info
Ongi úrslit

HM: Føroyar spæla móti týsku vertunum týskvøldið

Okkara leggja fyri við risastórari avbjóðing í HM-millumspælinum

Heri Simonsen
30. november 2025 kl. 21:25

Føroyar, Spania, Montenegro, Týskland, Serbia og Ísland manna HM-millumbólk 2, ið verður avgreiddur í Westfalenhallen í Dortmund.

Úrslitini í bólkunum C og D, ið eru upphavið til millumbólk 1 gjørdist hesi:

Bólkur C, Stuttgart, Týskland:

26. november:

Týskland – Ísland 32-25

Serbia – Uruguay 31-19

28. november:

Uruguay – Týskland 12-38

Serbia – Ísland 27-26

30. november:

Ísland – Uruguay 31-19

Týskland – Serbia 31-20

Bólkur D (Trier, Týskland): 

26. november:

Spania – Paraguay 26-17

Svartfjallaland – Føroyar 32-27

28. november:

Paraguay – Montenegro 25-34

Spania – Føroyar 25-27

30. november:

Føroyar – Paraguay 36-25

Montenegro – Spania 26-31

Tí verður støðan hendan í millumbólki 2: Týskland hevur fýra stig, Spania, Montenegro, Føroyar og Serbia hava tvey stig hvør, meðan Ísland einki stig hevur.

Leikt verður soleiðis (klokkutíðirnar eru ikki tøkar enn):

Týsdagin 2. desember: Týskland-Føroyar, Ísland-Montenegro og Spania-Serbia. Væntandi spæla okkara klokkan 19.30, tí Týskland er vertstjóð.

Hósdagin 4. desember: Ísland-Spania, Montenegro-Týskland og Serbia-Føroyar.

Leygardagin 6. desember: Føroyar-Ísland, Montenegro-Serbia og Spania-Týskland.

Sostatt leggja Føroyar fyri móti nógv tí sterkasta liðnum. Tað verður tó ein stór uppliving fyri okkara at møta týsku vertunum í Dortmund. 

Á einum góðum degi verður ikki ógjørligt at fáa stig móti Serbia og Íslandi. So tað er har vónir okkara liggja. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

55 minuttir síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

2 tímar síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

3 tímar síðan