Altjóða hondbóltssambandið hevur kunngjørt hvørjar eru valdar til All Star liðið í HM-endaspælinum hjá kvinnum, ið hevur verið spælt í Danmark, Noregi og í Svøríki.
Fýra norðurlendingar og tríggir fraklendingar eru á All Star liðnum.
HM All Star liðið:
Málverji: Laura Glauser (Frakland)
Høgri vongur: Nathalie Hagman (Svøríki)
Høgri bakkur: Louise Burgaard (Danmark)
Spælskipari: Stine Bredal Oftedal (Noreg)
Vinstru bakkur: Estelle Nze Minko (Frakland)
Vinstru vongur: Chloe Valentini (Frakland)
Strikuspælari: Linn Blohm (Svøríki)
MVP: Henny Reistad (Noreg)
Besti málskjúttin: Marketa Jerabkova (Kekkia), 63 mál
Besti ungi leikarin: Viola Leuchter (Týskland)