HM-gøla í Trinidad & Tobago

Áhugin fyri HM-fótbólti er sjálvandi ovurstórur í Trinidad & Tobago, nú landið fyri fyrstu ferð hevur vunnið seg fram til endaspælið.
Tí hevur eftirspurningurin eftir ferðum og atgongumerkjum verið stórur, men nú er ein sonn gøla komin undan kavi.
Varaforsetin í FIFA, JAck Warner, eigur nevnliga eina ferðaskrivstovu í landinum, og har verða atgongumerki til endaspælið seld fyri ovurhonds stórar upphæddir. Miðalinntøkan í landinum er 65.000 um árið, men kortini kosta 12 dagar í Týsklandi við HM-fótbólti heilar 29.500 kr.
Forsetin í landinum, Patrick Manning, hevur lovað, at stjórnin nú fer at kanna eftir, hvussu atgongumerkir og ferðir til Týsklands verða seld.