Hóast danir neyvan verða roknaðir millum favorittarnar, um teir vinna seg fram til HM-endaspælið, so droyma tey longu gyltar dreymir í DBU. Har verður nevnliga mett, at ein donsk HM-luttøka fer at kasta á leið 40 mió kr. av sær í kassan hjá danska fótbóltssambandinum. Til sammetingar verður sagt, at HM-luttøkan í 2002 kastaði 14,8 mió kr. av sær.