HM: Hákun og Allan vilja møta Ukraina

Føroyar hava í tveimum førum tapt við bara einum máli móti Ukraina á heimavølli

Millum 13. og 20. mars skal føroyska manslandsliðið í hondbólti undir sína størstu uppgávu nakrantíð. Tveir HM-undankappingar Play Off dystir móti krútsterkari mótstøðu.

 

Tey níggju londini Føroyar hava møguleika at møta eru:

 

Eysturrríki, Hvítarussland, Bosnia, Litava, Norðurmakedonia, Portugal, Slovakia, Slovenia og Ukraina.

 

Føroyar hava á tveimum sinnum á heimavølli tapt sera tepurt og sera óheppið við bert einum máli. Í 2019 taptu vit 26-27 í EM-undankappingardysti á heimavølli í Royal Arena í Keypmannahavn, har Sonni Larsen, landsliðsvenjari var sera ørkymlaður um dómaraavrikið. 14. mars í fjør var Ukraina á odda 16-11 í steðginum í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn. Í seinna hálvleiki var Elias Ellefsen á Skipagøtu í stórformi, og bert óhepnið gjørdi, at vit taptu 26-27. Høvdu vit skorað tvey mál aftrat, og høvdu vunnið 28-27, so høvdu vit tikið lut í EM-endaspælinum sum er í Ungarn og Slovakia í hesum døgum.

 

Hákun West av Teigum og Allan Norðberg eru samdir við Róa Berg Hansen og Helga H. Hoydal. Teir vilja hava møguleikan at koppa Ukraina í tveimum Play Off dystum í mars. 

 

Hákun undirstrikar, at Føroyar hava spælt tveir tættar dystir móti Ukraina, og tað gevur honum góðar vónir.

 

Hákun vil helst sleppa undan at møta Hvítarusslandi, meðan Allan helst vil sleppa undan at møta Portugal, ið saman við Slovenia er eitt afturvendandi ræðslumótstøðulið. 

 

 

 

 

 

Hákun West av Teigum og Allan Norðberg hava sama ynskið sum Helgi H. Hoydal og Rói Berg Hansen. Teir vilja sleppa at møta Ukraina í Play Off dystunum í mars, og fáa tað at koppa til Føroyar hesaferð