Gana er í innleiðandi HM-bólki saman við Onglandi, Kroatia og Panama.
Gana er í løtuni nummar 74 á FIFA-styrkislistanum. Teir fáa tað trupult móti Onglandi og Kroatia, og so er spurningurin um teir gerast millum átta av 12 trýarum, ið vinna seg víðari í kappingini.
Landsliðsvenjari hjá Gana er portugisiski, Carlos Queiroz, ið á sinni var hjálparvenjari hjá Sir Alex Ferguson í Manchester United.
Týskvøldið spældi Gana javnleik 1-1 móti Wales. Fleiri venjingardystir vera ikki á skránni undan HM-endaspælinum.
HER er ganesiski HM-hópurin, ið Carlos Queiroz hevur tikið út:
Málverjar:
- Benjamin Asare (Hearts of Oak)
- Lawrence Ati-Zigi (St. Gallen)
- Joseph Anang (St Patrick's Athletic)
Verjuleikarar:
- Baba Abdul Rahman (PAOK)
- Gideon Mensah (Auxerre)
- Marvin Senaya (Auxerre)
- Alidu Seidu (Rennes)
- Abdul Mumin (Rayo Vallecano)
- Jerome Opoku (Istanbul Başakşehir)
- Jonas Adjetey (VfL Wolfsburg)
- Kojo Oppong Peprah (Nice)
- Derrick Luckassen (Pafos)
Miðvallarar:
- Elisha Owusu (Auxerre)
- Thomas Partey (Villarreal)
- Kwasi Sibo (Oviedo)
- Augustine Boakye (Saint-Étienne)
- Caleb Yirenkyi (FC Nordsjælland)
- Abdul Fatawu Issahaku (Leicester City)
- Kamaldeen Sulemana (Atalanta)
Áleyparar:
- Christopher Bonsu Baah (Al-Qadsiah)
- Ernest Nuamah (Lyon)
- Antoine Semenyo (Manchester City)
- Brandon Thomas-Asante (Coventry City)
- Prince Kwabena Adu (Viktoria Plzeň)
- Inaki Williams (Athletic Bilbao)
- Jordan Ayew (Leicester City)











