Danmark møtti Montenegro í fyrsta dystinum í HM í hondbólti, sum í hesum døgum er í Týsklandi. Og donsku kvinnurnar fingu bank, tí tær taptu 31-24. Í morgin skal Danmark møta Japan í øðrum dysti í bólkaspælinum.
Ein vánalig byrjan gjørdist dýr fyri danska kvinnulandsliðið í hondbólti, sum ongantíð var í nærnámind av at fáa stig ímóti Montenegro.
Donsku hondbóltskvinnurnar skulu betra seg munandi bæði í verju og í álopi, um tær skulu gera nakaran mun í HM í Týsklandi.
Tað er greitt eftir skuffandi byrjunardysin, sum donsku kvinnurnar taptu 24-31 ímóti Montenegro í HM í Týsklandi.
Genturnar hjá Klavs Bruun Jørgensen vóru afturút frá fyrsta minutti, og vánaliga byrjanin gjørdi eitt stórt hol, sum spælararnir ikki megnaðu at typpa aftur.
Serliga tunga verjuspælið man vekja órógv hjá landsliðsvenjaranum, sum annars hevur verið sera nøgdur við verjuna í upptaktini til HM.
Vanliga sterkir verjuleikarar sum Mette Tranborg, Kathrine Heindahl og Stine Jørgensen vóru ov seinar á beinunum og komu støðugt aftur um mótleikararnar.
Undan dystinum tosaðu danir nógv um ta royndu Katarina Bulatovic og Jovanka Radicevic, sum í síðstu løtu fingu boð frá nýggja landsliðsvenjaranum hjá Montenegro, svianum Per Johansson.
Kortini fingu donsku kvinnurnar als ikki fatur á serliga Radicevic, sum ordiliga hugnaði sær við 12 málum, har átta teirra vóru í fyrsta korterinum.
Í hinum endanum av vøllinum sá tað frá byrja illa út, og næstan einki eydnaðist, og lognu í 9. minutti tók venjarin tað frysta timeoutið.
Trine Østergaard var ikki við, og tí brúkti venjarin Louise Burgaard á høgra veingi, sjálvt um hann hósdagin sendi boð eftir Simone Böhme.
Tað riggaði ikki rættiliga, tí Burgaard fekk næstan ongantíð fatur á bóltinum, og tað gjørdist ikki frægai av, at Maria Fisker á hinari síðuni hevði ilt við at raka málið.
Tað bøtti um spælið, tá Lette Grigel kom á vøllin mitt í fyrsta hálvleiki.
Fie Woller, sum kom inn í seinna hálvleiki kláraði seg betri enn Fisker, men tað var tó ikki nóg mikið.
Vánaliga byrjanin setti dám á allan dystin, og tað var týðuligt, at donsku kvinnurnar mistu mótið – serliga tí at málini dundraðu inn hjá málverjanum, sum rættiliga varð slept upp á fjall.
Tapið er í sær sjálvum einki hóttafall í innleiðandi bólkaspælinum, har donsku kvinnurnar bara skulu megna at vera millum fýra tey bestu liðini av seks.
Men tær hava nógv at tosa um áðrenn dystin í morgin ímóti Japan, sum frammanundan verður mett sum eitt av veikastu liðunum í bólkinum.
Men eftir avrikinum hjá donsku kvinnunum í kvøld, so kunnu japanararnir uttan iva geva teimum ónvæntaða mótstøðu, um tær ikki taka annað skinn um bak.
/ritzau/