HM: Javnleikur var ikki nóg mikið hjá Íslandi

Javnleikur 26-26 móti Angola førdi til, at Ísland endaði á einum fjórða plássi í innleiðandi bólki D

Íslendsku kvinnurnar gjørdist akkurát ov stuttar at røkka millumumfarinum í HM-endaspælinum í hondbólti.

 

Í dag leikti Ísland javnleik 26-26 móti Angola, ið merkir, at bæði liðini fingu eitt stig í innleiðandi bólki D.

 

Úrslitið gagnaðist Angola, ið hevur betri málúrtøku enn Ísland. Angola hevur minus sjey mál, meðan Ísland hevur minus 15 mál.

 

Í kvøld spæla Frakland og Slovenia bólkafinalu um hvør tekur fýra stig við sær í millumumfarið.

 

Angola var á odda 26-24 tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist bert Íslandi at koma javnt áðrenn tíðin var farin.

 

Í steðginum var Angola á odda 15-14.

 

Angola – Ísland 26-26 (15-14)

 

Angola : Chelcia Gabriel 6, Albertina Da Cruz Kassoma 5, Natalia Maria Bernardo Dos Santos 4, Azenaide Carlos 3, Stelvia De Jesus Pascoa 3, Marilia Jacinta José Quizelete 3, Juliana José Machado 2.

 

Ísland : Sandra Erlingsdóttir 6, Perla Ruth Albertsdóttir 3, Elísa Elíasdóttir 3, Thea Imani 3, Thórey Rósa Stefánsdóttir 3, Elín Rósa Magnúsdóttir 3, Díana Dögg Magnúsdóttir 2, Hildigunnur Einarsdóttir 1, Sunna Jónsdóttir 1, Andrea Jacobsen 1.

 

Ísland skal nú spæla um endastøðurnar millum nummar 25 og 32. Ísland er í bólki saman við m.ø. Grønlandi, og hósdagin hittast grannarnir í útnorðri.