HM: Landin var aftur Danmark góður

Her eru málskjúttarnir í HM-hálvfinaluni millum Spania og Danmark

Danmark er í síni triðju HM-finalu á rað í manshondbólti.

 

Tað er veruleiki aftaná hálvfinalusigurin hjá Danmark á Spania í Gdansk í Pólandi.

 

Spania-Danmark 23-26 (10-15)

 

Spania: Alex Dujshebaev Dovichebaeva 5, Ferran Sole Sala 4, Angel Fernandez Perez 3, Abel Serdio Guntin 3, Joan Canellas Reixach 2, Pol Valera Rovira 1, Gonzalo Perez 1, Daniel Dujshebaev Dovichebaeva 1, Kauldi Odriozola 1, Adrian Figueras Trejo 1.

 

Danmark: Simon B. Pytlick 6, Magnus Saugstrup Jensen 5, Mikkel Hansen 4, Mathias Gidsel 3, Emil M. Jakobsen 3, Magnus Landin Jacobsen 2, Lukas Jørgensen 1, Simon Hald Jensen 1, Niclas Vest Kirkelokke 1.

 

Danmark var greitt omaná í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki át Spania seg spakuligt inn á Danmark. Spania kom heilt upp á 20-21, men tá økti Danmark til 25-20. Men Spania vildi ikki gevast so. Teir komu upp á 23-25. Mikkel Hansen brendi brotskast, og løtu seinni var brotskast til Spania. Tá diskaði Niklas Landin í danska málinum við einari stórbjarging.  Danmark reið stormin av, og er í enn einari HM-finalu. Landin vardi væl allan dystin.

 

Danski sigurin er 27. HM-endaspælsdysturin hjá Danmark uttan tap, ið er met.