Maðurin við 69 málum í 143 landsdystum fyri Uruguay sleppur ikki við til HM-endaspælið á hesum sinni. 39 ára gamli áleyparin, Luis Suarez má síggja HM frá áskoðaraplássunum.
Uruguay er í innleiðandi HM-bólki H saman við evropameistarunum, Spania, Saudiarabia og Grønhøvdaoyggjum (Kap Verde).
Uruguay er nummar 17 á FIFA-styrkislistanum, og hevur á tveimum sinnum, í 1930 og í 1950 vunnið kappingina.
Uruguay hevur ikki kunngjørt nakran venjingardyst áðrenn teir spæla innleiðandi HM-dystin móti Saudiarabia 15. juni.
HER er HM-hópurin, ið argentinski landsliðsvenjarin, Marcelo Bielsa hevur tikið út:
Málverjar:
- Fernando Muslera (Estudiantes)
- Sergio Rochet (Internacional)
- Santiago Mele (Monterrey)
Verjuleikarar:
- José María Giménez (Atlético Madrid)
- Matías Viña (River Plate)
- Mathías Olivera (Napoli)
- Guillermo Varela (Flamengo)
- Ronald Araújo (Barcelona)
- Sebastián Cáceres (América)
- Joaquín Piquerez (Palmeiras)
- Santiago Bueno (Wolverhampton Wanderers)
Miðvallarar:
- Rodrigo Bentancur (Tottenham Hotspur)
- Federico Valverde (Real Madrid)
- Giorgian de Arrascaeta (Flamengo)
- Facundo Pellistri (Panathinaikos)
- Manuel Ugarte (Manchester United)
- Nicolás de la Cruz (Flamengo)
- Brian Rodríguez (América)
- Maximiliano Araújo (Sporting CP)
- Agustín Canobbio (Fluminense)
- Emiliano Martínez (Palmeiras)
- Rodrigo Zalazar (Braga)
- Juan Manuel Sanabria (Real Salt Lake)
Áleyparar:
- Darwin Núñez (Al-Hilal)
- Federico Viñas (Oviedo)
- Rodrigo Aguirre (UANL)










