Enn einaferð komu føroyingar aftur frá einum lutakasti sum av torvheiðum. Heldur ikki hesaferð høvdu føroyingar eydnuna við sær teimum avgerandi løtunum, og tað er tá teir stóru pengarnir skulu dragast úr glasbollunum.
Og teir dylja heldur ikki fyri, at teir eru vónbrotnir av tí fíggjarliga partinum av dráttinum, Allan Simonsen og Jens Erik Magnussen, men siga sum í ein munn, at ítróttarliga halda teir bólkin vera spennandi.
Liðini í føroyska bólkinum eru Jugoslavia, Russland, Slovenia, Sveits, Luxembourg og Føroyar.
Føroyingar hava spælt móti russum og jugoslavum fyrr og tað er óneyðugt at siga, at talan er um eina stóra uppgávu í báðum førum.
Sama støða ger seg galdandi tá vit tosa um Slovenia, sum fyri bara heilt fáum mánaðum síðani var styrkimett beint omanfyri Føroyar - av uttanfyristandandi. Líka løgdu teir í, tí teir funnu vegin gjøgnum nálareygað til EM-endaspælið í Hollandi og Belgia næsta ár, við at vinna á Ukraina, sum annars var mett sum stórfavorittur í tí dystinum.
Fjórða stóra liðið - og einasta liðið, sum kann kasta eitt sindur av pengum av sær er Sveits. Tað miseydnaðist sveitsarum at koma til EM-endaspælið, og hóast landskappingin í Sveits ikki verður mett tann sterkasta í Evropa, er landslið teirra gott.
Seinasta liðið í bólki føroyinga er Luxembourg, sum í fyrsta umfari má metast sum liðið føroyingar skulu vinna.
Meira um evnið seinni ...