Í kvøld klokkan 21 verður fyrsta HM-fjórðingsfinalan leikt á Gillette leikvøllinum í Foxborough, har nummar tvey og nummar fýra í undanfarna HM-endaspælinum, Frakland og Marokko. Marokko loysti frá Fraklandi í 1956, so tað er eisini nógv søga og bond millum londini.
Marokko má klára seg í kvøld uttan dugnaliga framrættaða miðvallaran, Ismael Saibari.
Ismael Saibari, ið vinnur sítt breyð í týska stórfelagnum, Bayern München fekk ein skaða í áttandapartsfinaluni móti Kanada, ið Marokko vann 3-0.
Venjarin hjá Marokko, Mohamed Ouahbi segði við tíðindafólk, at um Marokko megnar at koppa Fraklandi í fjórðingsfinaluni, so vónar hann, at Ismael Saibari kann vera klárur til hálvfinaluna.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










