Millum 2012 og 2018 var kroatiski bóltsnilingurin, Luka Modric liðfelagið við Cristiano Ronaldo í Real Madrid.
Aftaná frálíka HM-avrikið við HM-silvuri í 2018 var Modric spurdur hvønn hann helt vera heimsins besta fótbóltsleikara? Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo.
Tá svaraði Modric: - Báðir eru framúrskarandi fótbóltsleikarar. Hetta er alt eftir hvat einum dámar. Eg dugi illa at taka dagar millum teir. Tó fyri okkum sum leika við Real Madrid er Cristiano tann besti.
Týskvøldið slapp Modric saman við kroatiska liðnum í HM-hálvfinaluni at uppliva ein Messi, ið spældi ein dyst sum sjáldan er sæddur í HM-søguni.
Og nú er Modric sannførdur um hvør er heimsins besti. Aftaná 0-3 hálvfinalutapið segði Modric: - Eg vóni, at Messi vinnur HM. Hann er heilt greitt tann besti leikarin í søguni, staðfesti Modric, og segði eisini, at Messi hevur havt eitt framúr gott HM-endaspæl.